Nei, hr. býráðsformaður!

Jákup av Skarði
Nólsoy

Bretar høvdu skemtiliga sending, har heitið var nógv positivari og lýsti gleði mína í summar: Yes, Mr. Primeminister. Sendingin var skemtilig, men hálvur-annar minuttur í Útvarpi Føroya hóskvøldið 28. oktober, vóru grátiligir.
Lítla løtu tók tað loftmiðlinum at bera sorgar-boðini: Komandi árini er ikki gjørligt at búgva í Nólsoy og fara til arbeiðis ? um tú er so heppin at vera foreldur. Dagstovnurin, sum skuldi standa klárur á sumri 2005 verður ikki liðugur. Frá august 2005 er eingin stovunur í Nólsoy, ið hýsir vøggustovu, barnagarði ella frítíðarskúla.
Almennur fundur var í Nólsoy í summar, har borðreitt var við góðum ætlanum, um Nólsoyar kommuna legði saman við Tórshavnar kommunu. Ikki roknaði undirritaði við, at greiða svarið frá Jan Christiansen, bert var valagn. Greiði spurningurin var: "Er tað vist, at nýggjur stovnur er klárur at taka í nýtslu, tá ið leigusáttmálin við verandi stovn gongur út í august 2005." Svar býráðsformansins var eins greitt: "Ja!" Kommunuval-ið nærkast og greiða støðan er nú: "Nei!"
Harvið sleppa áleið 20 fólk ikki til arbeiðis. Tí hvørki vøggustova, barnagarður ella frítíðarskúli eru tøk frá august 2005 til í fyrsta lagi á sumri 2006 ? ella um illa vil til, so kunnu hesi fólk ikki fara til arbeiðis fyrr enn í september 2008!
Orsøkin er einføld. Í sáttmálanum fyri samanlegging stendur, at nýggjur stovnur skal byggjast í komandi setu og tó at bý-ráðsformaðurin í stór-kommununi sigur ja, so meinar hann nei.
Ikki ætlaði eg, at Leikalundin (vøggustovan, barnagarðurin og frítíðar-skúlin) skuldi vera partur av valagninum til kommunuvalið 2004. Skilti í summar, at hetta var avgreitt mál, tí økið har stovnurin skal byggjast, skal planerast innan samanleggingina, og bygdarráðið í Nólsoy hevur langt síðani víst á tekst, ið lýsir nýggja stovnin ? í orðum.
Eg vildi ynskt, at ráðandi fólki helt seg til tær avtalur gjørdar vóru, eisini munn-ligu.
Við ynskjum, at stórkommunan sleppur undan bíðilistanum á hesum øki.