Fyrsta mansfinalan millum Neistan og H71 hevur fingið meginpartin av uppmerkseminum í dag, men í SMS-deildini var eitt sera týðandi umfar eisini leikt í dag.
Í Hoyvík kom Neistin á vitjan, og tær bláu úr Havn vístu enn einaferð at tær hava ein serligan eginleika at koma aftur úr truplum støðum.
Í fyrra hálvleiki var H71 væl betra liðið, og hoyvíksgenturnar kundu næstan iðra seg um at bert vera á odda 15-11 í hálvleikinum.
Men í seinna hálvleiki kom serliga neistaverjan heilt øðrvísi í gongd.
Tað gjørdist sera trupult hjá H71 at fáa bóltin framvið Maju Dragoljubic, og einar tíggju minuttir fyri leiklok gjørdist dysturin javnur við 20-20.
Tað eydnaðist eisini Neistanum at endaliga koppa dystinum til sín, og neistakvinnur avgjørdu dystin við 21-23 til sín.
Sigurin var tó nakað dýrur hjá Neistanum, tí at Drós Ragnarsdóttir mátti gevast við einum skaða, ið ikki tóktist tespiligur.
Men Neistin kundi kortini fegnast um tvey sera týdningarmikil stig, ið legði Neistan fyribils eitt stig omanfyri Kyndil á stigatalvuni.
Kyndil fekk møguleikan at taka Neistan aftur við dystinum ímóti VÍF á Hálsi, og søgan her líktist henni í Hoyvík.
Hóast alt bendi á, at oddaliðið úr Vestmanna fór at seta Kyndil upp á pláss, so eydnaðist tað Kyndli at koma aftur í aftur dystin í seinna hálvleiki.
Eftir at VÍF var á odda 7-14 í hálvleikinum, fekk Kyndil fatur, og Súna Krossteig Hansen kundi javna til 22-22 nakað fyri leiklok. VÍF svaraði ikki aftur, og so endaði dysturin við einum stigi í part.
Hetta merkir at VÍF er greitt oddalið við 28 stigum. Kyndil og Neistin hava 22 stig í part, meðan H71 hevur 18 stig.
Tvey tey fremstu liðini koma í finaluna, og nú tykist hetta at vera ein dystur ímillum Neistan og Kyndil.