Tað er ár 1 hjá Neistakvinnum uttan Barbaru Brauer. Stórskjúttin seinastu trý kappingarárini er ikki longur í Føroyum, og tað í sjálvum sær gevur lyfti um eina munandi javnari kapping. Fyrstu dystirnar hava Neista-kvinnur heldur ikki megna at sannført, at tær framvegis skulu roknast millum tær sterkastu í landinum.
Bara eitt stig er komið burtur úr fyrstu trimum dystunum, og í tí er talan um veruliga próvtøku, nú VÍF vitjar. VÍF tykist at hava eitt sterkt lið í vetur, og hóast tær enn ikki eru samanspældar, so eru greiðu boðini, at tær vilja spæla við í oddinum.
Dysturin millum tey bæði kvinnuliðini byrjar klokkan 19.45.