Neistamenn í eldin

Í dag klokkan 16 føroyska tíð leikar Neistin fyrra EC dystin móti A.C. Latsia.

 

- Ferðin niður á Kypros hevur verið drúgv – men eftir 20 tímar av ferðing, bæði í bussi og flogfari, trinu vit inn á Park Hilton Hotel, sum liggur í Kyprotiska høvuðstanum Nicosia. Umstøðurnar á hotellinum eru sera góðar, skrivar Neistin á heimasíðuni.

 

Víðari skrivar Neistin: – Vit vita lítið og einki um kyprotiska liðið, men sum skilst hava teir fingið nakrar leikarar afturat sær, og hava helst styrkt nakað um hópin. Vit eru sera spentir, og vón er um at fáa eitt gott úrslit í kvøld – eisini skal havast í huga, at liðleiðarin, faðirfigururin og føðingardagsbarni, Eirikur Hákunarson Magnussen, var føddur hendan dag fyri 53 árum síðani – av hesi orsøk eru leikarar eisini serstakliga uppsettir at geva Eiriki eina góða føðingardagsgávu.

 

– Tú ímyndar tær, at nógvi hitin á miðarahavsoyggini fer at darva avrikið hjá neistamonnunum. Hitin í Nicosia liggur um 35°C, og tískil eru fyritreytirnar ikki heilt tær somu sum í Føroyum. Við lættari venjing í gjárkavøldið royndi leikarahópurin hallarumstøðurnar við Sports Hall Soteris Messios. Hitin í høllini varð máldur í gjár, og var hann 33 hitastig – Tú ert meira vanur við kuldan og gjósturin á Hálsi.

 

Allir manns eru tøkir og hava tað gott, og lata heilsa har heima.

 

TRÝST HER fyri at síggja hagtøl frá dystinum.