Kyndil vann mansdystin móti Neistanum við 27 málum móti 24. Munurin var ikki so stórur, sum fólk høvdu roknað við, men hartil skal sigast, at fyri Kyndil hevði dysturin einki at týða, meðan Neistin framvegis hevði eina lítla vón um at yvirhála KÍF í botninum. Men tann vónin brast við ósigrinum sunnudagin.
Kyndil byrjaði dystin nógv betri, sum sum heild var dysturin merktur av óruddi og nógvum avbrennarum, heldur enn vøkrum spæli. Ofta spældu liðini skjótari enn tey megnaðu, men Kyndil var klárt betra liðið fyrsta hálva tíman. Og kyndlamenn komu eisini upp á 7-2 fyrstu tíggju minuttirnar og øktu seinni munin upp í 7 mál. Tann støðan helt sær restina av hálvleikinum, og máltalvan vísti 15-8, tá hálvleikur var.
Í seinna hálvleiki kom Neistin meira við, og upp á seks minuttir minkaðu teir munin úr 19-12 til 19-16. Eitt sindur av spenningi kom í dystin aftur. Tað sást, at tað var so sum so við spælihuginum hjá Kyndli, og tað er eisini skilligt, nú liðið einki hevur at spæla fyri.
Men teir grønu tóku seg saman aftur og fór upp á 23-17. So var ov lítil tíð eftir hjá teimum bláu at koma afturíaftur, og hóast Neistin fekk fýra mál seinastu tríggjar minuttir, meðan Kyndil einki fekk, var tað ikki nóg mikið til at fáa stig. Kyndil vann í seinasta enda 27-24 í einum linligum dysti, har málverjarnir vístu besta spælið.
1. deild menn:
Kyndil-Neistin 27-24 (15-8)
Kyndil: Hannis Wardum 5, Bárður Johannesen 4, Rúni Poulsen 4, Uni Wardum 4, Regin Petersen 3, Bjarni Wardum 3, Hans-Áki Dahl-Christiansen 2, Niklas Djurhuus 1, Bárður Mikkelsen 1.
Neistin: Kári Mortensen 6, Karl O. Rasmussen 6, Benny Vium 4, Jan Niclasen 2, Teitur Samuelsen 2, Høgni í Jákupsstovu 1, Jákup Sverri Kass 1, Páll Nólsoy 1, Finnur Petersen 1.
Útvísingar: Kyndil 3, Neistin 3.