Neistamenn tóku øll á bóli

FTZ-deildin: Rættiliga óvæntað vann Neistin á H71 í gjárkvøldi

Tað var onki at siga til, at hoyvíkingar vóru favorittar at vinna dystin í høllini á Hálsi í gjárkvøldi, tá ið neistamenn tóku ímóti. Undan dystinum hevði H71 fult stigatal við trimum sigrum í trimum dystum, meðan Neistin bert hevði vunnið ein av sínum trimum dystum í hesum kappingarárinum. Hetta forðaði tó ikki Neistanum í at gera ein vørr og fara avstað við báðum stigunum í gjárkvøldi.

 

Neistin kom væl frá byrjan og legði seg skjótt á odda 5-2, og eftir hetta fingu hoyvíkingar ongantíð fatur í neistamonnum aftur. Eitt sindur javnt bleiv tað, tá ið H71 fekk minkað munin niður í 8-6, men hálvleiksstøðan gjørdist 14-10, og tískil var ongin ivi um, hvat betra liðið var í fyrra hálvleiki.

 

Í seinna hálvleiki gjørdu hoyvíkingar eina roynd at venda dystinum, men heilt spennandi bleiv tað ongantíð. Tá ið 10 minuttir vóru eftir var støðan 23-19 til Neistan, og endaliga úrslitið gjørdist 26-23 til Neistan.

 

Hetta úrslitið er eisini sera óvæntað, um hugsað verður um, hvussu gekk ímillum liðini í farna kappingarári. H71 vann tríggjar landskappingardystir ímóti Neistanum rættiliga greitt, meðan ein endaði við javnleiki. Í steypafinaluni brustu høvuðsstaðarfeløgini eisini saman, og tá vann H71 enn einaferð greitt - 28-21.

 

Úrslitið í gjárkvøldi ber møguliga boð um, at Neistin ætlar sær meira enn tað, ið avrikini hava rokkið til seinastu árini. Seinastu trý árini eru neistamenn endaðir á sætta plássi, har bert eitt lið, Team Klaksvík, hevur skavað færri stig saman enn Neistin.

 

Málskjúttarnir frá dystinum síggjast niðanfyri:

 

Neistin-H71 26-23 (14-10)

 

Neistin: Torkil Hentze 5, Christopher L. Moe 5, Rói Berg Hansen 5, Teis Horn Rasmussen 4, Frank Askildsen 3, John í Innistovu 3 og Andras Joensen 1.

 

H71: Dánjal Tórgarð 5, Peter Krogh 4, Helgi Hoydal 4, Jónas Djurhuus 3, Pætur Thomsen 2, Rúni Vest Højgaard 2, Andor Sivertsen 2 og Bogi Gaard Davidsen 1.

 

Stigatalvan í FTZ-deildini stendur niðanfyri. Øll liðini hava spælt fýra dystir.

 

1. VÍF 8 stig 

2. H71 6 stig 

3. Kyndil 4 stig 

4. Neistin 4 stig 

5. KÍF 4 stig 

6. StÍF 1 stig

7. Team Klaksvík 1 stig