HONDBÓLTUR
Bæði Kyndil og Neistin fingu ein rættan framman á, tá fyrru hálvfinalurnar í Coca Cola-kappingini vóru á skránni fyri fáum døgum síðani. Nú skuldu bæði royna at fáa gongd á aftur spælið, men Neistin mátti metast at vera favorittur undan dystinum, tí stigatalvan vísir, at Neistin liggur á øðrum plássi, meðan Kyndil er at finna á fjórða plássi.
Neistin legði betur fyri
Fyrstu løtuna var annars einki, sum týddi uppá, at Neistin var komin yvir lemjandi tapið í Coca Cola-kappingini, tí Kyndil var nevniliga liðið, sum byrjaði betur. Fyrstu løtuna høvdu tær grøna ótrúliga gott tak á Neistanum í verjuni, og eftir góðar 10 minuttir hevði Neistin bert fingið eitt mál.
Sum hálvleikurin leið, kom Neistin tó betur við í dystin. Tær vunnu seg fyrst upp á javnleik, og móti endanum av fyrra hálvleiki fingu tær ordiliga glið á spælið. Somikið væl, at trygg leiðsla varð vunnin undan steðginum.
Kyndil var líka við
Í byrjanini av seinna hálvleiki fylgdust liðini væl at, men um miðjan hálvleikin fekk Kyndil gongd á spælið. Nú skoraðu tær fleiri mál á rað, og Neistin tóktist knappliga at hava stórar trupulleikar. Tá góðir 10 minuttir vóru eftir at spæla, eydnaðist tað hjá Kyndli at javna, og tá fimm minuttir restaðu av dystinum, fór Kyndil fram um Neistan fyri fyrstu ferð í seinna hálvleiki. Nú sá ikki gott út hjá Neistanum, men tær blivu tó við at kempa, og at enda eyndaðist eisini teimum bláu neistakvinnunum at vinna dystin við tveimum málum.
Tað leikaði tó hart á síðstu løtuna hjá Neistanum, sum mátti stríðast til síðstu kvinnu fyri at fáa sigurin í hús.
Fakta
Kyndil-Neistin 21-23 (8-12)
Málskjúttar:
Kyndil: Lina Andriulyte 10 (1), Anja Heinadóttir 4, Ronja M. Mikkelsen 4, Randi Wardum 2 (1), Jórun Ludvig 1
Neistin: Nicoleta R. Hansen 10 (2) Katja Eigemann 4 (1), Elin Stakksund 2, Unn Kragesten 2, Gunnvá Brockie 2, Heidi Maria Akselsen 2, Annika Thomsen 1
Brotskøst: Kyndil 3, Neistin 4
Útvísingar: Kyndil 3, Neistin 5
Dómarar: Hannis Wardum & Uni Wardum