Neistin er steypavinnari

Sum flest øll høvdu væntað, so er Neistin, sum enn hevur vunnið allar sínar dystir í hesum kappingarárinum, steypavinnari 2013. Men VB gav stórfavorittunum ein skarpan gang. Úrslitið var 27-24. Neistin var á odda við fýra málum í hálvleikinum, 16-12.

 

Neistin var við yvirlutan mest sum allatíð. Tvær ferðir vunnu vágskvinnur seg upp javnt, men tað var skjótt, at neistakvinnurnar vunnu seg skutin fram um aftur.

 

- Vágskvinnur, sum stríddust fyrimyndarliga væl, høvdu møguleikan at fáa leiðsluna í nøkrum førum, men tær tóku ikki av, tá mest stóð á. Tær komu fleiri ferðir í góða skotstøðu, men misnýttu kjansirnar. Neistin reisti seg kortini skjótt í mótgongdini, sigur Jan Ottesen, viðmerkjari.

 

- Eg eri bilsin av, at munurin ikki var størri í dag. Eg væntaði, at Neistin fór at vinna meira sannførandi, sigur hann.

 

Ása Dam á Neystabø, Neistin, staðfestir, at tær høvdu ongantíð fullkomiliga tamarhald á dystinum.

 

- Vit vóru ongantíð vísar í, at tað fór at røkka hjá okkum. Av og á var munurin fýra mál, men VB vildi ikki geva seg. Tíbetur reistu vit okkum, tá mest stóð á, sigur hon.

 

Stríðskvinnan úr Vági, Gurið Mortensen, heldur heilt einfalt, at stórskjúttin hjá Neistanum, Barbara Brauer, var munurin á liðunum í dag.

 

- Munurin var ikki størri enn so, at vit kundu eins væl staðið við gullinum nú. Tað var í nøkrum avgerandi løtum, at Neistin hevði meira yvirskot, serliga, tí Barbara Brauer var tryggur skjútti, sigur hon.

 

Tað var bara eina ferð, at VB var á odda í dystinum. Tað var eftir lítlari løtu, tá støðan var 2-1.

 

---------------------------------------------------------------------------------------------------

 

VB - Neistin 24-27 (12-16)

 

60 27-24 til Neistan, og dysturin er bríkslaður av. Neistin er steypavinnari 2013!

59 27-23 til Neistan. Eingin ivi er um nú, at Neistin er steypavinnari 2013!

58 26-23 til Neistan. Bára Hansen er ísakøld, tá hon kemur í skotstøðu. Við málinum tykist Neistin hava tikið luftina úr vágskvinnum.

57 25-23 til Neistan. VB ger eina seinastu roynd nú!

55 25-21 til Neistan. Neistin er á sigurskós! Alt bendir nú á, at steypagullið verður verandi í Havn.

53 23-21 til Neistan. Stríðskvinnan Gurið Mortensen hevur minkað um munin.

51 23-20 til Neistan. Neistin dregur frá aftur nú! Damir Oros, venjari hjá VB, hevur tikið time-out. - VB hevur ikki tikið av møguleikunum seinastu munirnar. Tær hava havt kjansirnar. Átta minuttir eru eftir, og VB skal gera skjótt av nú, um gullið skal til Vágs, sigur Jan Ottesen, viðmerkjari.

49 21-20 til Neistan. Barbara Brauer enn einaferð! Stórskjúttin hevur skotið sjey mál nú.

47 20-20. Una Egilsdóttir hevur júst javnað við brotskasti.

46 20-19 til Neistan. Kári Horn, venjari hjá Neistanum, hevur tikið time-out. - VB ger munandi færri mistøk nú, og tað er stóri munurin. Neistin hevur hinvegin ikki spælt við somu ferð, sum fyri steðgin, sigur Jan Ottesen, viðmerkjari. Barbara Brauer er aftur á vøllinum nú.

45 20-18 til Neistan. Nú komu favorittarnir fyri seg aftur og vunnu seg tvey mál framum.

43 Nú er 18-18. VB hevur lagt bragdliga fyri í seinna hálvleiki, og Neistin er undir trýsti í løtuni. Havnarkvinnurnar hava bara skotið tvey mál eftir steðgin.

42 18-17 til Neistan. Kári Horn, venjari hjá Neistanum, hevur tikið avgerð um at hvíla Barbaru Brauer eina løtu. Munurin er bara eitt mál nú.

40 18-16 til Neistan. VB tykist hava fingið bilbukt við álopsspælið hjá Neistanum, sum bara hevur skotið tvey mál fyrstu 10 minuttirnar í seinna hálvleiki.

37 17-15 til Neistan. Rannvá Johannesen, sum spælir á høgra vongi, tekur av møguleikanum, hvørja ferð hon kemur í skotstøðu! Hon hevur skotið seks mál higartil. VB stendur sera væl í verjupartinum nú.

33 17-13 til Neistan. VB ger sítt fyri at vinna seg aftur í dystin, men mótstøðan tykist vera ov sterk.

31 Seinni hálvleikur er byrjaður.

 

30 16-12 til Neistan. Nú er hálvleikur.

28 14-11 til Neistan. Barbara Brauer, sum verður mansvard, skjeyt nú sítt sætta mál, tá hon var fyrst á bóltinum, tá Marjun Danberg sendi í stongina.

26 12-10 til Neistan. Kári Horn, venjari hjá Neistanum, hevur tikið time-out.

23 12-9 til Neistan. Barbara Brauer verður mansvard nú.

22 - VB hevur gjørt munandi fleiri mistøk enn Neistin, og málverjarnir hjá neistakvinnum hava havt lutvíst fáar bjargingar. Tað vísir, at Neistin stendur seg væl í verjupartinum. Neistin spælir seg hinvegin til fleiri møguleikar, men hevur ikki tikið av í fleiri førum, vísir Jan Ottesen, viðmerkjari, á.

22 12-9 til Neistan. Favorittarnir økja um leiðsluna nú. Damir Oros, venjari hjá VB, hevur tikið time-out.

21 11-9 til Neistan. Barbara Brauer hevur nú skotið fimm mál.

17 Nú er 9-9. Rannvá Johannesen javnaði við sínum fjórða máli. Skjótálopini hava riggað sera væl hjá vágskvinnum í fleiri førum. Tað var aftur uppskriftin, nú VB vann seg upp á javnt.

16 9-7 til Neistan. - Tað hevur verið spælt við fullari ferð, og spurningurin er, um VB fer at orka tað við tíðini. Vágskvinnur skulu kanska taka ferðina úr dystinum av og á, sigur Claus Rasmussen, viðmerkjari.

15 8-6 til Neistan. - VB ger ov skjótt av í álopsspælinum, og tær vita, at Neistin revsar mistøkini við skjótálopum. Vágskvinnur mugu hava tol, sigur Claus Rasmussen, viðmerkjari.

12 7-6 til Neistan. VB hevur við tveimum skjótum málum vunnið seg inn aftur í dystin.

10 7-4 til Neistan. Stórspælandi Barbara Brauer gongur undan hjá Neistanum nú. Við brotskasti skeyt hon sítt fjórða mál nú. VB hevur torført við at verja fyri álopunum hjá Neistanum.

8 6-4 til Neistan. Barbara Brauer, sum ikki verður mansvard, er komin í góða skotstøðu nakrar ferðir og hevur tikið av møguleikanum í trimum førum. Neistin er omaná nú.

4 3-2 til Neistan. Bæði liðini hava lagt bragdliga fyri í álopsspælinum. Neistin hevur serliga dúvað upp á skjótálop fyrstu løtuna. Vágskvinnur ansa væl eftir Barbaru Brauer, sum fær lítið pláss, men Marjun Danberg og Bára Hansen hava staðið seg væl higartil.

1 1-0 til Neistan. Fyrsta málið er komið. Marjun Danberg legði bragdliga fyri alt fyri eitt og sendi bóltin í netið.

1 Dysturin er byrjaður.

 

Liðini:

 

Neistin:

 

Maria Svabo Samuelsen, Kristina Griksaite, Silja í Liða, Barbara Johannesen, Marjun Falkvard Danberg, Bára Hansen, Barbara Brauer, Eir M. Berg, Birita Jacobsen, Unnur Danielsen, Ása Dam á Neystabø, Jacklin Djurhuus, Nikoleta Hansen og Rakul Augustinussen.

Venjari: Kári Horn

 

VB:

 

Guðrun í Lágabø, Beinta L. Gudmundsson, Rannvá Johannesen, Una Nolsøe, Bjarta Hergirsdóttir, Una Egilsdóttir, Bára Krosslá Mortensen, Rúna M. Jacobsen, Gurið Mortensen, Tamara Seja Radic, Helga E. Kjærbo, Marijana Trbojevic, Birita H. Olsen, Laila M. Jespersen, Christina Holm og Andrea Nielsen.

Venjari: Damir Oros

 

---------------------------------------------------------------------------------------------------

 

UNDAN DYSTINUM:

 

Ósigraði Neistin hevur verið einaráðandi í bestu kvinnudeildini í hesum kappingarárinum, og er av somu orsøk stórfavorittur at vinna steypafinaluna í høllini á Hálsi seinnapartin.

 

- Vit eru stórfavorittar, og tað hava vit verið alt kappingarárið. Vit taka fegnar tann leiklutin á okkum, sigur Marjun Falkvard Danberg, ið hevur verið millum stinnastu spælararnar í ár.

 

Jan Ottesen, sum nú er ábyrgdarmaður hjá VÍF/Tjaldur, vísir somuleiðis á, at Neistin er stórfavorittur. Tað vísa úrslitini higartil í hesum kappingarárinum heilt einfalt.

 

- Tær hava vunnið allar dystirnar higartil. Tær vunnu eisini á VB herfyri, so tað er 99,9 prosent sikkurt, at Neistin verður steypavinnari. Neistin hevur alt at tapa, og VB hevur alt at vinna.

 

- Guðrun í Lágabø skal helst spæla sín besta dyst nakrantíð, um VB skal hava nakran møguleika at vinna. Hon skal, umframt at bjarga rakettunum frá Barbaru Brauer, eisini geva verjuni trúnna uppá, at tær kunnu standa seg móti álopunum frá favorittunum, skrivar Sosialurin.

 

Gurið Mortensen, VB, vísir hinvegin á fyrimunin, at tær hava fleiri finaluroyndir enn unga neistaliðið.

 

- Hetta verður ein torfør uppgáva, men vit vita, at alt kann henda í einari steypafinalunu, sigur hon.

 

Tað kom dátt við hjá neistakvinnum, at stórskjúttin Barbara Brauer fekk ein stoyt undir venjing mikukvøldið. Hon er kortini komin fyri seg aftur og spælir við fullari megi í dag. Hon er toppskjútti í bestu kvinnudeildini við 113 málum, 24 mál fleiri enn Rebekka Justinussen úr StÍF.

 

Tað er lítið at ivast ikki í, at Barbaru Brauer verður mansvard frá byrjan.

 

- Hon er stóra stjørnan á liðnum, og kann avgera finaluna einsamøll. Marjun Danberg og Nikoleta R. Hansen skulu ganga undan, um Brauer verður mansvard, skrivar Sosialurin.