Neistin fær fýra venjingardystir afturat

Neistin hevur tryggjað sær pláss í finaluni. Tí eru landskappingardystirnir, sum resta í, bara venjingardystir fyri steypavinnararnar. Í gjár vann liðið í Hoyvík

HONDBÓLTUR

Heini Hanusarson staðfesti tað so væl í Kringvarpinum eftir dystin í Hoyvík í gjár. Neistin fer komandi vikurnar at venja fram móti finaluni. Tí er talan eina mest um venjingardystir komandi fýra vikurnar, tá landskappingardystirnir, sum resta í, skulu avgreiðast.
Neistin staðfesti aftur í gjár sína greiðu støðu sum greitt oddalið í Atlantic Airways-kappingini. Á útivølli móti verandi føroyameistarunum vann Neistin við seks málum. Fyrireikingarnar til finaluna eru byrjaðar.

Djumic stórspælandi
Jugoslav Djumic er besti strikuspælarin í landinum. Tað staðfesti hann aftur í gjár. Djumic ivaðist ongantíð, tá hann hevði møguleikan at senda framvið Jens Skipagøta, sum vardi málið hjá H71. Eftir steðgin gjørdu hoyvíkingar sítt til, at strikuspælarin varð ansaður, men avleiðingin var ein útvísing so at siga hvørjaferð. Einu løtuna stóð so illa til, at Kári Nielsen, venjari, bara hevði tríggjar leikarar á vøllinum.
Heini Hanusarson stóð seg eisini væl. Hann var toppskjútti hjá Neistanum við 10 málum.

Skrædnaði beinanveg
Neistin legði lunnar undir ein tryggan sigur beinanvegin. H71 hevði stórar trupulleikar í verjustøðu. Gestirnir høvdu lætt spæl, og revsaðu hoyvíkingar fleiri ferðir við skjótálopum. Munurin var sjey mál í steðginum.
Heimaliðið gjørdi eina seinastu roynd at vinna seg aftur í dystin eftir hvíldina. Við einari framrættaðari verju minkaðu teir munin niður í trý mál, men tað skrædnaði skjótt aftur.
Seinasta vikuskifti misti Neistin alt á gólvið móti VÍF, hóast steypavinnararnir vóru á odda við níggju málum í seinna hálvleiki. So hættislig varð støðan ongantíð í gjár.

Ryggin móti múrinum
H71 elta framvegis kollfirðingar, sum í løtuni eru á finalukós. Komandi vikuskifti vitja hoyvíkingar í Vestmanna, og eydnaðst tað ikki at fáa fult, verður málsetningurin hjá føroyameistarunum at sleppa undan niðurflyting.
Í Neistanum, hinvegin, verður bara bíða eftir finalunum. Liðið venur í fulldrøn í løtuni, so seinastu mistøkini verða rættaði. Tað verður uppgávan hjá Inga Olsen, venjara, komandi vikurnar. At fyrireika hópin. Tíverri veit hann ikki, hvat mótstøðuliðið verður. Og tað verður helst ikki avgjørt fyrr enn á seinasta leikdegi.

Fakta um dystinH71 – Neistin 29-35 (11-18)
10 min: 2-5
20 min: 5-11
40 min: 18-28
50 min: 22-28
Málskjúttar
H71: Esbern Patursson 9, Poul Kjartan Dam 6, Dánjal Torgarð 6(2), Karolis Daynis 5, Bárður Brimvík 1, Rúni Vest Højgaard 1, Janus Sørensen 1
Neistin: Heini Hanusarson 10, David Edvardsen 8(2), Sjúrður Thomassen 5, Jugoslav Djumic 4(1), Finnur Hansson 3, Jens Mohr 3, Tróndur Kragesten 2
Brotskøst: H71 4, Neistin 3
Útvísingar: H71 4 – Neistin 3
Dómarar: Hanus Kúrberg & Hans Thomassen