Kvinnuhondbóltur
Hondbóltslagið í Neistanum hevur verið heldur misjavnt hetta kappingarárið. Ætlanin var, at meðan menninir skuldu nýta árið til at byggja eitt nýtt lið upp, skuldu kvinnurnar hinvegin taka dystin upp við allar ovastu liðini í deildini.
Veruleikin hevur tó verið ein annar, og hjá kvinnunum hevur hann verið heldur daprari, enn ætlanin var. Fremsta orsøkin hevur helst verið mongu skaðarnir, sum hava rakt lyklaleikarar, og ringa gongdin hevur so við og við togað liðið alt nærri botninum. Lægsta punktið mundi vera, tá liðið herfyri tapti útidystin ímóti Tjaldri, soleiðis at munurin í botninum minkaði tvey stig, og niðurflytingarvandin soleiðis brádliga gjørdist heilt veruligur.
Hildu fast
Sunnudagin fingu neistakvinnurnar tó aftur gjørt hendan vandan nakað óveruligari, um enn hann ikki er heilt so fjarður og óhugsandi, sum hann annars hevur verið tey 71 árini, sum felagið hevur livað.
Tað eydnaðist nevnliga Neisatnum at vinna torføra útidystin í Klaksvík, og ikki minst varð hetta grundað á fyrstu løtuna av dystinum. Stjørnan hevði kanska roknað við, at talan skuldi gerast um ein lættan dyst fyri teirra viðkomandi, men her fóru tær so dyggliga skeivar.
Neistin legði fyri við fullari ferð, og áðrenn nakran veruliga vardi, høvdu tær skapt sær eina hampuliga trygga leiðslu. Og so ráddi um at verja borg. Við vanliga kontantum verjuspæli, góðum málmansspælið og so kontrarenningum niðan eftir vøllinum eydnaðist tað eisini alla tíðina at halda heimaliðið aftan fyri seg, og tó at tað til tíðir stóð heilt nógv á, so megnaðu tær at bláu at halda høvdið kalt í avgerandi løtununum. Nakað sum annars ikki er vanliga eyðkenni hjá einum liði, sum er í kreppu.
Burtur frá tí óhugsandi
Við sigrinum slapp Neistin sær sum sagt burtur úr annars óhugsandi niðurflytingarvandanum, sum seinastu vikurnar hevur hótt leikararnar sum ein vanliga veruleikafjar marra. Fýra stig eru nú niður til Tjaldur, og tó at kappingarárið enn er so langt ífrá liðugt, so fer hetta ivaleyst at geva somikið av ró, at stigini spakuliga fara at gerast fleiri, tó at tær neyvan skulu droyma um nøkur heiðursmerki hetta árið.
Hjá Stjørnuni var tapið hinvegin ein dyggur smeitur. Møguleikin var annars til, at liðið við tveimum stigum kundi leggja seg heilt fram í oddastríðið, men tann dreymurin má nú skjótast nakað fram í tíðina. Enn er tó ikki heilt leyst og liðugt. Komandi dystirnar skal liðið hitta ávíkavist Kyndil og StÍF, sum eisini stríðast við um bronsuna, og so er spurningurin, hvussu útgangsstøðið verður, tá VB og VÍF standa fyri framman.
Dysturin í tølum
Stjørnan-Neistin 20-21 (8-12)
Málskjúttar:
Stjørnan: Danijela Ercevic 9(4), Joan M. Joensen 4(1), Natasha Stamenkovic 3(1), Una Olsen 2, Bára S. Klakstein 1, Gunnvør Isaksen 1
Neistin: Simona Dziugyte 8(5), Mildrið Jacobsen 5, Lív Sørensen 2, Susan Brockie 2(2), Ása á Neystabø 1, Súna Mørk 1, Christina Holm 1
Brotskøst: Stjørnan 8, Neistin 9
Útvísingar: Stjørnan 3, Neistin 5
Diskvalifikatión: Neistin 1 (Beinleiðis reytt)
Dómarar úr Tjaldur: Hartvig Joensen & Kári Hansen.