Kvinnuhondbóltur
Har var eingin millumvegur, tá Neistin vitjaði í Runavíkini mikudagin. Eftir laku úrslitini seinastu vikurnar var liðið í ferð við at søkka niður um heiðursmerkjabiðlarnar á stigatalvuni. og skuldi skútan rættast uppaftur, so var alneyðugt við tveimum stigum.
Tjaldur hevur ikki staðið seg so væl higartil í kappingini. Seinasta dystin, sum liðið spældi, hómaðist tó ein glott, tá tær púrasta óvæntað vunnu útidystin á Kyndli, og nú liðið eisini hevði fingið nýggjan rumenskan málverja, var einki at ivast í, at eisini tær settu nøsina upp eftir tveimum stigum.
Fyri steðgin var tað eisini leingi so, at Tjaldur fylgdi við gestunum. Kanska vóru tað gestirnir, sum høvdu munin, men hinvegin var hesin ongan tíð stórur, og tá Tajldur so eisini fekk fýra av teimum seinastu fimm málunum, so stóð aftur á jøvnum.
Í seinna hálvleiki kom tó heiolt skjótt til sjóndar, at hóast royndirnar frá Tjaldri, so var tað Neistin, sum var hitt stinnara liðið. Alt fyri eitt løgdu tær sjáogv niður til mótstøðuna, og í mun til støðuan í fyrra hálvleiki, so hildu tær hesa ferð fast allan vegin. Eitt lítið skifti fekk heimaliðið minkað munin niður í tvey mál, men so glapp aftur hjá Neistanum, soleiðis at veruligur spenningur ongan tíð kom í.
Við sigrinum vann Neistin seg upp á annað plássið á stigatalvuni, har tær nú eru eitt stig frammanfyri VÍF, meðan Tjaldur framvegis er einsamalt í botninum við tveimum stigum.
Dysturin í tølum
Tjaldur-NEistin 17-22 (11-11)
Málskjúttar:
Tjaldur: Milica Ergic 7(3), Lenka Ribaric 5(1), Kristine Ellingsgaard 2, Oddvá Fossdalsá 2, Hansa Mikkelsen 1
Neistin: Simona Dziugyte 6(1), Lív Sørensen 5, Anna Clementsen 4, Rakulugustinussen 2, Ása á Neystabø 2, Susan Brockie 1
Brotskøst: Tjaldur 6, Neistin 1
Útvísingar: Tjaldur 6, Neistin 1
Diskvalifikatión: Tjaldur 1 (3X2 minuttir)
Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Eyðun Samuelsen