Hondbóltur
Tíðarskjótingin millum dystirnar bar við sær, at Neistakvinnur vóru varugar við, at ein hjálpandi hond frá Tjaldri var í væntu leygardagin.
Sjálvar skuldu tær bláu tó savna seg um uppgávuna móti StÍF, og hesa loystu tær eisini uttan tað heilt stóra hóvastákið.
Fyrsta stóra partin av dystinum fylgdi StÍF tó hampuliga væl við, men undan steðginum kom spakuliga eitt hol ímillum liðini.
StÍF royndi alla tíðina at tippa holið aftur, men seinastu tíggju minuttirnar fekk Neistin veruliga beint allan iva til viks, soleiðis at talan kortini gjørdist um ein sigur av teimum hampuliga tryggu.
Við sigrinum fekk Neistin minkað um munin upp til VB, sum er á øðrum plássi í kappingini, men við fimm stigum upp skal hampuliga nógv henda, um Neistin aftur í ár skal vinna seg fram til FM-finaluna.
StÍF er í sínum lagi ikki heilt leyst av niðurflytingarvandanum. Men munurin niður til Kyndil er framvegis fýra stig, og tí er lítið sannlíkt, at tær enda árið á aftasta plássinum.
Fakta um dystin
Neistin-StÍF 30-24 (15-11)
10 min: 5-5
20 min: 10-7
40 min: 22-16
50 min: 23-21
Málskjúttar
Neistin: Trine Mayland 6(2), Stine Mikkelsen 6, Unn Kragesteen 3, Nicoleta Radu Hansen 3, Anja Heinadóttir 3, Tordis Tróndarson 3, Heidi Maria Akselsen 2, Elin Staksund 2, Rakul Augustinussen 1
StÍF: Bára Berthelsen 7, Rebekka Justinussen 7(1), Ninna K. Johansen 5, Fríðrunn Danielsen 2, Sunfríð Johansen 1, Anna Petersen 1, Rósa Johansen 1
Brotskøst: Neistin 2, StÍF 1
Útvísingar: StÍF 1
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen