Neistin hevur ikki vunnið í 15 ár

Neistin er verjandi føroyameistari, og á stigatalvuni hevur liðið væl og virðiliga munin á grannunum úr Kyndli.

Men tá talan er um steypakapping, hevur bláa havnarliðið ikki tað heilt stóra at vísa á.

Seinasti steypasigurin er afturi í 1994, seinast teir spældu finalu móti Kyndli, endaði tað við tapi í einum dysti, har Neistin annars var á odda í 59 av teimum 60 minuttunum.

 

Kyndil hevur kanska ikki vunnið steypakappingina so ofta, men teir hava ikki tapt eina finalu í hvørki lands- ella steypakapping síðani 1998, og neyvan ætlar liðið at bróta hesi vøkru hagtølini í dag.

 

Mansfinalan í dag verður bríkslað ígongd klokkan 16.00.