Neistin hølvaði Kyndil av

Í dag eydnaðist Neistakvinnunum at basa grannunum úr Kyndli

 

Í ár hevur tað verið Kyndil, sum hevur átt besat kvinnuliðið í høvuðsstaðnum, men eina løtu í kvøld sluppu Neista-kvinnurnar at minna á, at tær framvegis kunnu bíta frá sær.

 

Tað eydanðist nevnliga hjá Neistanum at vinna grannauppgerðina í dag.

 

Myndir frá dystinum síggjast HER

 

Í mun til steypafinaluna fyri hálvariaðru viku síðani vóru leiklutirnir púrasta býttir um. Neistin fleyg avstað frá fyrsta bríksli, og Kyndil megnaði ongan tíð veruliga at finna eitt aftursvar. Longu í hálvleikinum var tað allar mesta avgjørt, og so var spurningurin bara, hvussu stórur sigurin hjá Neistanum skuldi verða.

 

Enn sum áður hevur Kyndil tó snórabeina leið móti FM-finaluni. Neistin vann seg við sigrinum upp á bronsuplássið, men tað skal vilja sera illa til hjá Kyndli og VÍF, um teirra finalupláss skulu koma í vanda.

 

Fyri Kyndil var Simona Petersen nógv besti málskjúttin við 14 málum. Nicoleta Radu Hansen og Jacklin Durhuus skutu átta mál í part fyri Neistan.

 

Kyndil-Neistin 26-29 (7-16)