HONDBÓLTUR-MENN
So leingi kollfirðingar bíða eftir nýggju ítróttarhøllini í Kollafirði, hava teir heimavøll í Hoyvíkshøllini, har teir sunnudagin í sínum fyrsta heimadysti tóku móti Neistanum.
Tá avtornaði, vann Neistin dystin við fýra málum. Í hálvleikinum vóru fimm mál á muni, men eitt skifti í seinna hálvleiki økti Neistin um munin heilt upp í níggju mál, so í veruleikanum var sigurin ongantíð hóttur.
Verjuparturin hjá Neistanum riggaði væl, og stóran part av dystinum lá illa fyri hjá KÍF-skjúttunum at sleppa framat. Men móti endanum ernaðust teir, og toppskjúttin Petur Martin Poulsen skoraði síðstu løtuna seks av teimum sjey málunum hjá kollfirðingum.
Í álopspartinum saknaði Neistin vanliga spælskiparan Áka Mørk, ið ikki var við henda dystin, og eisini darvaði tað álopsspælinum hjá teimum bláu, at kollfirðingar í løtum mansvardu Morgan Knezevic, ið bara fekk tvey av sínum seks málum av vinstra bakki.
At munurin ikki gjørdist størri enn fýra mál, tá avtornaði, kunnu kollfirðingar takka hósvíkinginum í málinum fyri. Ta einu løtuna í seinna hálvleiki forðaði Óla Kristjan Djurhuus Neista-monnum í at skora upp á tríggjar 100 prosents kjansir, og í staðin fór KÍF í skjótt mótálop og skoraði.
Í einar fimm minuttir var málið hjá KÍF hermetiskt afturlatið, og í hinum endanum skoraðu kollfirðingar fimm ferðir á rað, so teir næstan komu innaftur í dystin.
Hetta var kortini ikki nóg mikið, tí Neistin fótaði sær aftur og syrgdi fyri, at sigurin ongantíð av álvara kom í vanda. Men ein hvøkkur mundi tað kortini vera.
Dysturin í tølum:
KÍF-Neistin 23-27 (8-13)
Málskjúttar:
KÍF: Petur Martin Poulsen 11, Vagnur Johannesen 3 (2), Jákup Dam 2, Regin Petersen 2, Hallur Hansen 1, Eddie Joensen 1, Finn Heri Johannesen 1, Jónálvur Johannesen 1, Kristian Madsen 1
Neistin: Morgan Knezevic 6 (4), Dia Midjord 6, Helgi K. Justinussen 5, Kári Mortensen 4, Helgi Michelsen 3, Birgir Kass 1, Jón Ludvig 1, Ragnar Stakksund 1
Brotskøst: KÍF 3, Neistin 4
Útvísingar: KÍF 3, Neistin 1
Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum og Ragnar Simonsen