Neistin-GÍ/Tjaldur 27-20 (14-12)
Týskvøldið avgreiddu Neistin og GÍ/Tjaldrið landskappingardystin í Havn, sum skuldi verið spældur 13. januar, men sum varð útsettur orsakað av hálvfinalunum í steypakappingini.
Annars hevur landskappingin ligið still síðani næstseinasta vikuskifti orsakað av steypafinalunum, men nú varð so lagt til brots aftur, og Neistin syrgdi fyri at varðveita eitt sindur av spenningi í kappingini hjá kvinnunum við sigrinum týskvøldið, sum bleiv upp á 27-20.
Við hesum sigrinum yvirhálaði Neistin bæði StÍF og Stjørnuna og upp á annaðplássið. Neistin hevur nú 14 stig, seks stig færri enn oddaliðið Kyndil.
Hóast tað á stigatalvuni er rættiliga stórur munur á Neistanum og GÍ/Tjaldrinum, so gekk ein góð løta, áðrenn hesin munurin sást aftur í dystinum týskvøldið. Liðini fylgdust í byrjanini, og einu løtuna var GÍ/Tjaldrið á odda 5-3. Tað skuldi vísa seg, at hetta var tað mesta, eysturoyarliðið nakrantíð kom framum. Neistin kom upp á 6-6 og legði seg síðani á odda 12-8, áðrenn GÍ/Tjaldrið fekk fótin fyri seg aftur. Fyrri hálvleikur endaði 14-12 til heimaliðið.
Neistakvinnurnar løgdu hart út í seinna hálvleiki, og tá tíggju minuttir vóru farnir, vóru tær á odda 19-13. Størsti munurin í dystinum var, tá fimm minuttir vóru eftir ? 26-16 ? men móti endanum megnaði GÍ/Tjaldrið at fáa fýra mál, meðan Neistin bert fekk eitt hesa seinastu løtuna, so sigurin ikki bleiv heilt so stórur.
Tað var skyldan hjá Neistanum at vinna henda dystin móti einum liðið, sum liggur væl lægri á stigatalvuni, men sum kortini kann loypa hvøkk á, eitt nú móti steypavinnarunum hjá VÍF fyri ikki so langari tíð síðani.
Men Neistin gjørdi sína skyldu og varðveitti sín FM-møguleika, men skal framvegis hava hjálp frá øðrum liðum, um tað skal eydnast at taka grannafelagið aftur.
Neistin fremsti avbjóðari
Hetta vikuskiftið byrjar landskappingin so aftur av álvara, og Neistin skal í dyst aftur longu leygardagin. Tað verður í Havn móti steypavinnarunum VÍF, og dagin eftir fær Kyndil vitjan av StÍF.
Neistin og Kyndil hava ein dyst eftir, men hann verður ikki fyrr enn 28. mars, sum er næstsíðsta umfar av kappingini, og nógv kann vera broytt til ta tíð.
StÍF og Stjørnan hava sjey stig upp til FM-plássið, og tað er rættiliga nógv, nú tað er liðið hampuliga nógv út á kappingina.
VÍF hevur mist sín møguleika, og í botninum eru tað framvegis VB og GÍ/Tjaldrið, sum kappast um at sleppa undan niðurflyting. Í løtuni sær Neistin út til at vera liðið, sum hevur bestu møguleikar at hótta Kyndil, men til tað krevst, at Neistin vinnur á VÍF leygardagin, samstundis sum liðið, sum vit longu hava nevnt, skal hava hjálp frá øðrum, sum mugu taka stig frá Kyndli.