Nes kommuna sett roknskaparleiðara

Selma Hansen er sett í starv sum roknskaparleiðari hjá Nes kommunu Tá Nes kommuna herfyri søkti eftir roknskaparleiðara, fekk kommunan níggju umsómjnir, og á fundi í síðstu viku samtykti bygdaráðið einmælt at seta Selmu Hansen í starvið. Hon byrjar nú 1. mars.

Hon skal í høvuðsheitum hava ábyrgdina av bókhaldinum hjá kommununi, umsita fíggjarætlanina, roknskaparuppgerðir, EDV og annað, skrivar Nes kommuna á heimasíðu síni.

Selma Hansen tók HH-prógv á Kambsdali í 2001 og byrjaði síðani í læru hjá Rasmussen og Weihe, har hon arbeiddi til 2007. Samstundis sum hon arbeiddi hjá Rasmussen og Weihe, tók Selma HD innan roknskap.