Vitjan hansara í Gazageiranum er tann fyrsta, síðani Hamasálopið á Ísrael 7. oktober. Tað skrivar AFP.
– Vit vilja halda fram til endan – til sigurin, sigur Netanyahu við hermenninar.
– Einki kann steðga okkum, og vit eru sannførd um, at vit hava megina, styrkina og viljan til at røkka øllum málum krígsins, og tað vilja vit, sigur hann.