Netdepilin 123.fo latin upp í morgun

Nýggjur netdepil, 123.fo, lat í morgun upp við tí endamáli, at marknaðarføra vinnufyritøkur og ymisk feløg í Føroyum. Stigtakararnir halda, at hetta hevur verið ein mangulvøra í Føroyum og hava tí tikið seg saman at gera ein slíkan netdepil.

Stigtakararnir til nýggjasta netdepilin í Føroyum, 123.fo, høvdu í morgun bjóðað til tíðindafund á Hotel Hafnia, har teir ætlaðu at fortelja um hugskotið við nýggja netdeplinum, samstundis sum hesin skuldi lata upp alment. Ætlanin var, at landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, skuldi lata depilin upp alment, men hann hevði fingið forfall og kundi tí ikki koma.
Stigtakararnir byrjaðu at arbeiða við hugskotinum um ársskiftið, tí tey hildu tað vera neyðugt við einum netdepli, sum kundi lýsa vinnufyritøkur og onnur feløg í Føroyum.
 - Vit halda, at føroyingar mangla ein slíkan depil. Um tey til dømis ivast í, hvør fyritøka selir eitt ávíst merki, so kunnu tey bara fara inná 123.fo, har tey kunnu finna hetta. Ivast fólk í, hvørja ávísa tænastu ein fyritøka hevur, so kunnu tey eisini finna hetta inni á nýggja netdeplinum hjá okkum, sigur ein av eigarunum, Birgir Poulsen.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Ikki ein fullkomin depil enn
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
Klokkan 10 í morgun bleiv depilin alment tikin í nýtslu, tá kona Birgir, Lis Poulsen, lat hann upp. Sjálvt um depilin nú er almennur, so ásannar Birgir, at hesin enn manglar nógv.
 - Okkara depil er ikki ein fullkomin leitiskipan enn. Vit arbeiða við at fáa fleiri upplýsingar til vega frá nógvum ymiskum fyritøkum, og hetta kann taka langa tíð enn. Tað týdningarmesta er tó, at fólk nú kunnu byrja at nýta depilin.
Nýggi depilin hevur í løtuni á leið 1.600 ymiskar vinnufyritøkur og onnur feløg í síni leitiskipan, og hetta er meir, enn Birgir hevði roknað við av fyrstan tíð.
 - Tá vit fingu hugskotið, vistu vit ikki heilt, hvat vit skuldu vænta. Vit fóru so út at tosa við ymiskar fyritøkur, og tað vísti seg, at flest allar fyritøkurnar tóku ímóti hesum uppskoti við opnum ørmum. Vit hava í løtuni á leið 1.600 ymiskar vinnufyritøkur og feløg á okkara leitiskipan, men enn er langur vegur eftir á mál. Vit mangla at tosa við nógvar fyritøkur, og harafturat mangla vit ymiskar upplýsingar um fleiri av fyritøkunum, sum vit longu hava í skipanini.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Smá tíðindi á depilin
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
Sjálvt um depilin ikki er ein tíðindadepil, so ætlar nýggi netdepilin at hava smærri tíðindi á heimasíðuni. Rúna Sivertsen er sett í hálvt starv, at taka sær av hesum, og ætlanin er at taka bæði føroysk og útlendsk tíðindi á depilin, sigur Birgir Poulsen.
 - Vit hava tosað við bæði útlendsk og føroysk bløð um at taka vinnutíðindi frá teimum. Vit væntaðu, at hetta fór at gerast trupult, men øll hava verið positiv yvir fyri hesum uppskoti. Ætlanin hjá okkum er at leggja heilt smá tíðindi út á depilin, og so fer ein leinkja at vera niðast á síðuni, har fólk kunnu fara inn til uppruna kelduna at lesa meir um evnið.
Birgir leggur afturat, at við hesum vænta útlendsku og føroysku bløðini, at tey fara at fáa fleiri vitjanir, tí nýggi føroyski netdepilin vísir til tíðindi á teirra heimasíðum.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$123.fo
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
Nýggi netdepilin eitur, sum sagt, www.123.fo. Meiningin við navninum er, at tað skal ikki taka meir enn 1, 2, 3 klikk at finna tað, ein leitar eftir, so hetta skal vera ein ímynd av, hvussu lættur depilin er at arbeiða við.
Vit finna eisini snøgt sagt alt inni á nýggja netdeplinum. Har eru handverkarar, sethúsamarknaður, trúarlív, ítróttarfeløg, skúlar, almennir stovnar og mangt annað. Ætlanin við deplinum er ikki at selja ting. Depilin vil hinvegin gera tað lættari fyri føroysku vinnuna at selja sínar vørur. Harafturat er ætlanin at gera tað lættari hjá vanliga føroyinginum at finna ávísar fyritøkur ella feløg.
Ein annar hentleiki, sum depilin hevur, er, at um tú fert inná profilin hjá eini fyritøku, so kanst tú síggja, akkurát hvar henda fyritøkan liggur. Tú sært loftmyndir av staðnum, og gøtunøvn og nummur eru viðmerkt, so tað gerst nógv lættari hjá kundanum at finna eina ávísa fyritøku.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Endamálið er at marknaðarføra vinnuna
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
Fimm fólk eru í starvi ella partvíst í starvi hjá nýggja netdeplinum. Tey eru Birgir Poulsen, Rúna Sivertsen, Edna Jacobsen, Elsebeth Lassaberg og Virgar Poulsen. Onkur av teimum í fullum starvi, og onnur í hálvum starvi.
Endamálið við nýggja netdeplinum er at marknaðarføra vinnuna, sigur Birgir Poulsen.
 - Nú hava vit arbeitt við sjálvum portalinum í eitt gott hálvt ár, og vit byrja at fáa upplýsingarnar uppá pláss. Endamálið við hesum depli er at marknaðarføra vinnuna og ymisk feløg í Føroyum. Vit ætla ikki bert at marknaðarføra fyri føroyingum, men eisini fyri útlendingum, sum ikki kenna so nógv til føroyskar vinnufyritøkur og onnur feløg.