Netflix byrjaði sum DVD-tænasta í 1997

Netflix hevur ment seg til ein kraftmiðdepil bæði innan stroyming og films- og sjónvarpsframleiðslu.

Netflix hevði høvuðssæti í Kalifornia í 2014. Tvey ár frammanundan - í 2012 - var Netflix fyrstu ferð komið til Evropa. (Savnsmynd). - Mynd: Justin Sullivan/Ritzau Scanpix

Í dag gjørdi amerikanska stroymingstænastan Netflix avtalu um at keypa Warner Bros., harímillum stroymingstænastuna HBO Max.

 

Netflix yvirtekur sostatt ein av sínum kappingarneytum og víðkar um sína yvirvág bæði á stroymingsmarknaðinum og films- og sjónvarpsframleiðslu.

 

Niðanfyri kanst tú lesa meira um søguna hjá Netflix:

 

* Netflix varð stovnað í 1997 sum ein DVD tænasta har tú kundi leiga fysiskar DVD'ir og fáa tær sendar við posti.

 

* Árið eftir varð heimasíðan NetFlix.com sett á stovn, og kundar kundu velja ímillum at leiga tíggjutúsundtals ymiskar DVD-fløgur.

 

* Netflix læt upp stroyming í USA í 2007.

 

* Netflix varð síðani rullað út til restina av heiminum, og í 2012 kom stroymingstænastan til Evropa.

 

* Í 2013 fer Netflix at leggja dent á at framleiða sítt egna innihald.

 

* Komandi árini fer stroymingstænastan at framleiða stór sjónvarpshitt sum House of Cards", "Stranger Things" og "Squid Game" umframt virðisløntar filmar sum "Roma", "Marriage Story" og "All Quiet on the Western Front".

 

* Netflix røkkur í løtuni fleiri enn 500 milliónir fólk í yvir 190 londum á 50 ymiskum málum.

 

* Í dag varð kunngjørt, at Netflix hevur gjørt avtalu um at keypa Warner Bros., sum varð stovnað fyri yvir 100 árum síðani - í 1923.

 

Lesið eisini: Netflix hevur keypt HBO Max fyri 530 milliardir

 

Keldur: Netflix, Britannica.

 

 

 

/Ritzau/

 

Netflix hevði høvuðssæti í Kalifornia í 2014. Tvey ár frammanundan - í 2012 - var Netflix fyrstu ferð komið til Evropa. (Savnsmynd). - Mynd: Justin Sullivan/Ritzau Scanpix