Netflix fekk ikki so nógvar haldarar sum væntað

Hóast Netflix fyrsta fjórðingsár fekk fleiri haldarar enn væntað, so gongur ikki so væl hetta fjórðingsárið.

Vónirnar til talið av nýggjum haldarum hjá Netflix í øðrum ársfjórðingi í 2019 eru undir tí eitt sindur slakari enn tað var á í fjør.

Tað hevur ført til, at partabrævið hjá Netflix er lækkað nakað.

Í øðrum ársfjórðingi væntar Netflix soleiðis fimm milliónir nýggjar haldarar kring heimin.

Tað er nakað minni enn síðsta ársfjórðing í fjør, tá tey fingu 5,45 milliónir nýggjar haldarar, sigur Haris Anwar, greinari, við investing.com.

– Hetta kann gerast enn verri við hóttanunum frá kappingarneytunum Disney og Apple.

Haldaratølini fyri fyrst ársfjórðing í 2019 eru hinvegin komin óvart á tann góða vegin.

Her greiðir Netflix frá, at tey á heimsstigi fingu umleið 9,6 milliónir nýggjar haldarar, sum er eitt sindur meira enn greinarar og felagið sjálvt hevði væntað.

Millum best eydnaðu tiltøkini hjá stroymingarrisaum eru róstu eginframleiðslurnar sum »Russian Doll« og »Sex Education«.

Í 2018 brúkti Netflix slakar 50 milliardir krónur upp á film og røðir til tænastuna.

Leiðandi persónar hjá felagnum hava sagt, at talið fer at vaksa í 2019.

Tær mongu milliardinarnar skulu millum annað skerpa Netflix í kappingini ímóti teimum mongu nýggju stroymingartænastunum, sum kunnu vera á veg.

Her verður serliga Disney mett sum ein stórur kappingarneyti, tá felagið eigur rættindini til fleiri vælumtóktar karakterir og filmar til børn eins og Marvel-superhetjurnar.

Hóast Netflix hevur gjørt stórar íløgur fyri at standa seg væl á marknaðinum, er skuldin hjá felagnum trýfaldað frá 2016 til 2018, tá hon kom upp á 70 milliardir krónur.

 

/ritzau/Reuters