Netið má skiljast frá

Myndugleikarnir gloppaðu hurðina og knallaðu hana so íaftur, tá vit høvdu gjørt íløgur og lagt ætlanir fyri okkara vindorkuætlan. Tað heldur Jóhan í Niðristovu, stjóri í privata felagnum Røkt. Hann vil hava el-netið skilt frá SEV.

Ingolf S. Olsen
----

Síðani 2003 hevur familju-fyritøkan Røkt í Vestmanna framleitt elorku inn á net­ið hjá SEV frá trimum vind­myllum á Mýrunum við Vest­manna.
Ætlanin hevur alla tíðina verið at økt framleiðsluna, men higartil hevur tað ikki borið til. Sambært Jóhan í Niðristovu, stjóra í Røkt, er orsøkin einføld: SEV hevur framvegis monopol upp á elveitingina.
– Tað var táverandi lands­stýrismaðurin í orkumálum, Eyðun Elttør, sum skar ígjøg­num og lovaði okkum framat, men síðani hava myndug­leikarnir knallað dyrnar íaftur. SEV sleppur at fáa framíhjárætt av at eiga fleiri framleiðslueindir og sjálvt netið, tí teir kunnu innrokna sparingar, eitt nú oljusparingar á Sundi, tá teir bjóða upp á vindmyllu-verkætlanir, sigur Jóhan í Niðristovu.
Hann heldur, at einasti máti at fáa kapping um el-framleiðsluna er at skilja netið fullkomiliga frá SEV.
– Tað skulu vera vatntøtt skottir ímillum SEV og eitt sjálvstøðugt net, annars gevur tað onga meining at tosa um kapping um fram­leiðsluna, sigur hann.

Netfelag var strikað
Jóhan í Niðristovu sigur, at politiskur vilji var til kapping, tá teir í 2003 fingu loyvi til vindmyllurnar á Mýrunum.
– Eftir tað vóru vit bod­nir við í teir bólkarnir, ið ar­beiddu við orkupolitikki og –planlegging. Í upp­runa­upp­skotinum til elv­eitingar­lóg­ina, sum varð samtykt í 2007, var skilnaður eisini gjørdur millum SEV og eitt netfelag, sum skuldi eiga og reka netið. Men tá upp­skotið kom aftur úr nevnd millum fyrstu og aðru viðgerð í Løg­tinginum, var tað sum ham­skift. Netfelagið var konse­kvent strikað úr teksti­num, og SEV sett í staðin, sigur hann.
Í 2011 tapti Røkt kapp­ingina um vindmyll­u­út­bygg­­ingina í Neshaganum í Eystur­oynni, og í fjør í Hoy­víks­hag­anum/Húsa­hag­anum við Hoyvík. Í báðum føru vann SEV kappingina. Røkt kærdi viðgerðina av út­boðnum av hesi seinnu verk­ætlanini, men tapti eisini kæruna.
– Teir vunnu Neshagan við einum prísi á 44 oyru fyri kilowatt-tíman, tað kann ljóða rímiligt, men í Húsa­haganum kom prísurin hjá SEV heilt niður á 31,6 oyru fyri kilowatt-tíman. Eg dugi ikki at síggja, at tað roknistykkið kann hanga saman, um ikki SEV mót­roknar oljusparingar á Sundi orsakað av øktu vind­orku­framl­eiðsluni. Hetta er kappingar­avlagandi, tí ongin annar hevur møguleika fyri slíkum mótrokningum, sigur Jóhan í Niðristovu, og leggur afturat:
– Í øllum førum kundu teir spart 36 milliónir krónur í oljunýtsluni, og harvið fing­ið grundarlag fyri lægri prís hjá brúkarunum, utt­an at gera nakra íløgu yvir­høv­ur, um onnur sluppu fram­at í Húsahaganum/Hoy­vík­shaganum. Støddini á hesi sparingini kom SEV sjálvt við á orku­ráðstevnuni í Norður­landahúsinum her fyri.

Goyma vindorku
Røkt hevur í løtuni eina um­sókn liggjandi hjá Jarð­feingi, har sókt verður um loyvi til vatnorkuframleiðslu á Mýr­unum.
Hetta er liður í einari so­nevndari pump and storage-verkætlan, har vindmyllurnar á Mýrunum skulu brúkast at pumpa vatn niðan í SEV-byrgingina á Mýrunum, tá tær ikki framleiða streym beinleiðis út á netið. Á henda hátt ber til at goyma vindorkuna sum vatnorku.
– Hetta er einasta verk­ætlanin, har tað ber til at goyma vindorku í longri tíð, so vit vóna, at vit fáa loyvi, sigur Jóhan í Niðristovu.
Hann vónar samstundis, at dyrnar aftur verða latnar upp fyri veruligari kapping um elframleiðsluna.
– Áðrenn vit fóru í gongd í 2003, varð áhaldandi júkað um, at vindorka bar ikki til í Føroyum, og at kapping bar ikki til. Men vit hava á báðum økjum prógvað, at tað ber væl til, sigur Jóhan í Niðristovu.