Nevan á kjaftin og kick in your face

Handbók í tí at bróta niður fólk og oyða tey. Hon er sera stuttlig, kynisk og karrá. Tað sama er at siga um, hvussu leiðbeiningin í bókini verður borin fram á pallinum

##med2##

 

Kolasvart og stuttligt og ræðandi.

 

Tað eru orðini, sum kunnu og skulu sigast um ”Føðingardagsveitsluna” hjá Harold Pinter (sum ongantíð áður er, sum skilst, pallsettur í Føroyum, Harold Pinter!).

 

Hann var breti, Harold Pinter. Eg taki meg oftari enn tvær ferðir í at halda, at hann var amerikanari.

 

Pallmyndin hjá Tjóðpallinum er sum tikin úr einum gomlum amerikonskum filmi. Heyst oman á heyst, døkkir litir.

 

Og cornflakes er amerikanskt, ella....?

 

 

 

EINGIN TILVILD

 

Fyrst heldur tú, at talan er um tilvild, tá teir báðir Goldberg (Hans Tórgarð) og Maccann (Páll Danielsen) koma til gistingarhúsið.

 

Og tað er rættiliga óhugnaligt, hatta við tilvildini.

 

Nógv verk eru um tað.

 

Men skjótt varnast áskoðarin, at talan er als ikki um tilvild. Teir eru komnir eftir Stanley (Hjálmar Dam).

 

Hví so er fáa vit ikki at vita. Vit noyðast at gita. Men gita vit rætt? Tað veit bara Harold Pinter. Og hann er deyður.

 

Stanley fær at vita, at hann hevur oyðilagt eina fyritøku.

 

Teir royna eisini at frelsa, ella umvenda, hann.

 

Tað verður gjørt við ógvisligum harðskapi, effektivasti hátturin at fáa fólk at binda seg til eina religión.

 

Fanansskapur verður brúktur til at fáa fólk at knýta seg at fanansskapi.

 

Ella hevur hetta okkurt samband við Írland? Maccann vil hava írskt whisky í veitsluni.

 

Tey drekka nógv í føðingardagsveitsluni, whisky, øll uttan Stanley, sum tey siga hevur føðingardag. Sjálvur sigur hann, at hann fyllir um ein mánað.

 

Hann hevur ikki føðingardag, sigur hann.

 

Jú, tað hevur hann, siga Goldberg og Maccann og hini eisini.

 

 

 

FANANSSKAPUR Í ALLAR ÆVIR

 

Ábendingar eru í leikinum um, at fanansskapur var ikki bara fyrr. Hann er nú og hann verður í allar ævir. Líka ringur sum altíð.

 

Tey fara til dømis út at roykja. Í 1958 royktu fólk inni. Lummalyktin sum tann, Maccann hevur, vóru ikki til í 1958.

 

Teir fara so at enda við Stanley, ella tí, sum eftir er av honum, til Monty. Um hesin Monty er lækni ella bøðil fáa vit heldur ikki at vita.

 

Petey (Erling Eysturoy) ivast í, um hann er lækni. Tað gera vit eisini.

 

 

 

ELTIBLØÐRAN

 

Vit hava klassiska eyðkennið. Stanley fer øgiliga illa við Meg (Kristina Sundar Hansen). Spillir hana út í so at siga øðrum hvørjum setningi. Niðurger hana, hóast hon vil honum alt tað besta.

 

Men hann er sanniliga ikki so bragdligur longur, tá Goldberg og Maccann hava viðgjørt hann eina løtu, brotið hann niður.

 

Sama er at siga um Maccann. Hann er eltibløðran, tá Goldberg er hjá.

 

Men í somu løtu, Goldberg ikki er har, er hann ein fanans kalur.

 

Goldberg kennir, sum skilst, eisini ungu Lulu (Esther á Fjallinum). Jú, teir hava verið har fyrr, teir báðir. Teir vita, hvørjum teir skulu fara eftir. Har er eingin tilvild.

 

Stanley, sum gevur búð í gistingarhúsinum í ein mánað, sigur seg vera klaverleikara. Sum ivaleyst er lygn, ella ikki.

 

Hann krógvar seg. Men fortíðin finnur hann. Goldberg og Maccann finna hann. Teir leita fyri onkran, sum er størri enn teir.

 

Og løgið, tú hevur als ikki samkenslu við Stanley, hóast tey fara so illa við honum. Tað er vert at hugsa um.

 

Nógvir spurningar, Men eingi svar.

 

Tað liggur ikki á listini at koma við svørum.

 

Har er munurin millum journalistikk og list. Journalistikkurin skal bæði spyrja og svara.

 

 

 

KOMPAKT

 

Samanumtikið er hetta eina sera gjøgnumheil framførsla, ljós (og myrkur) og ljóð (tíbetur hart) spæla við.

 

Ikki eitt deytt andartak. Heldur ikki, tá tey spæla í myrkri eina góða løtu.

 

Eitt liðugt verk, sum her fór á pallin.

 

Bara byrjanin, tá Esther á Fjallinum syngur, ógviliga hóskandi annars, It ́s a perfect day, er ov drúgv. Eitt ørindi hevði verið nóg mikið, ikki allur sangurin.

 

 

 

LØTT TÝÐING

 

Týðingin er góð, vanligt lætt talumál. Tú stúrsar ongantíð við, hvat var hatta? Soleiðis ber ikki til at siga.

 

Eitt annað gott tekin um tað er, at leikararnir ongantíð snáva um orðini. Tað

 

Mynd: Tjóðpallur Føroya / Allan Dalsgarð er lætt hjá teimum at siga tað, sum sigast skal.

 

Tað er sum eitt langt borðtennisspæl, har sum bólturin ongantíð fer á gólvið. Ping pong, ping pong í ein tíma og trý korter.

 

Leikritið hjá Harold Pinter er framúr. Og her fær tað eina góða viðferð.

 

Mann skal ikki fara til hvørt gildi, boðið verður til. Millum annað sin egna føðingardag.

 

Men verður mann noyddur til tess, slepst ikki undan at fara.

 

Leikararnir eru teir flestu royndir og altíð góðir, eisini her.

 

Men best er Kristina Sundar Hansen sum einfalda og fitta Meg, sum vil øllum tað besta.

 

Hon er framúr.

 

GG:

 

Eg havi sagt tað fyrr. Og eg sigi tað fegin aftur nú.

 

Tað er ófatiligt, ja, meira enn ófatiligt, hvussu nógv tey á Tjóðpallinum ferð eftir ferð fáa burtur úr hasum, sum ein skilamaður segði, holinum, sum salurin hjá Tjóðpallinum er ”Føðingardagsveitslan” er eini undantak (62. leikverk).

 

Tjóðleikhús fyri 700 - 800 milliónir (Glasir og H-bygningurin umaftur) ger gamaní umstøðurnar hjá leiklistini nógv betri.

 

Men sjónleikurin verður ikki betri.