Nevið Reyða hevur hálvaaðru hond á FM-steypinum

Nevið Reyða vann aftur á vestanstevnu og er seks stig frammanfyri Knørr í FM-kappingini

Nevið Reyða má enda á einum sjeynda plássi ella fáa eitt reytt kort á ólavsøku fyri ikki at gerast FM-vinnari hjá áttamannaførunum.

 

Nevið Reyða vann vestanstevnuróðurin í dag við tíðini við tíðini 04:23.45. Knørrur gjørdist nummar tvey við tíðini. Gullbrandur gjørdist nummar trý við tíðini 04:26.16.

 

Argjabáturin gjørdist nummar fýra, Miðvingur nummar fimm, Sørvingur nummar seks og Heiðabáturin nummar sjey.

 

Nevið Reyða hevur 41 stig, Knørrur hevur 35 stig og Gullbrandur hevur 32 stig. Argjabáturin hevur 24 stig, Miðvingur hevur 17 stig, Sørvingur hevur 11 stig og Heiðabáturin eitt stig. 

 

Klaksvíkingar hava hálvaðru hond á FM-steypinum, men gamalt er ikki at selja skinnið fyrrenn bjørnin er skotin.