Nevnd burturúr: Hadassa

- Tað, vit ynsktu við navninum, var, at tað skuldi vera eitt altjóða navn, og so dámdi okkum væl at tað eisini var bíbilskt, greiðir Noomi S. Christiansen frá.

 Tá tey bæði Noomi og Eli Christiansen fyri tveimum árum síðani skuldu hava sítt fyrsta barn hugdu tey fleiri ferðir í navnabókina.

- Vit hugsaðu um nógv ymisk gentu- og dreingjanøvn, tí vit vistu ikki frammanundan, um vit fingu eina gentu ella ein drong. Tað, vit ynsktu við navninum, var, at tað skuldi vera eitt altjóða navn, og so dámdi okkum væl at tað eisini var bíbilskt, greiðir Noomi S. Christiansen frá.

Nakrar vikur áðrenn dóttirin bleiv fødd, kom Noomi S. Christiansen fram á navnið Hadassa.

- Tað er eitt bíbilskt navn, og mær dámar væl søguna um Hadassa úr Bíbliuni. Tað var jú Hadassa, sum bleiv drotning og skifti navn til Ester tá, fortelur Noomi S. Christiansen og leggur afturat, at navnið Hadassa er hebraiskt og stavar frá orðinum hadas, sum merkir vælangandi myrtutræ.

- Eg fortaldi manninum um navnið, og honum dámdi tað beinanvegin. Okkum báðum dámar væl søguna og hava altíð hildið, at Hadassah er eitt vakurt og serligt navn, sigur Noomi S. Christiansen.


Søktu um loyvi

Navnið Hadassah stendur ikki í navnabókini, og tí máttu Noomi og Eli Christiansen søkja um navnaloyvi, áðrenn dóttirin fekk navnið.

- Vit ivaðust eitt sindur um navnið, beint áðrenn vit skuldu søkja um loyvi. Vit hugsaðu, at kanska var tað í so serligt og so framvegis, men okkum dámdu so væl navnið, at vit tóku tó avger um at søkja um navnaloyvi, sigur Noomi S. Christiansen.

Tey fingu játtað navnið Hadassa, og tá fortaldu tey eisini familjuni um navnið.

- Familjan fekk navnið at vita beinanvegin, tá loyvið var komið í hús. Tey vóru øll ógvuliga positiv um tað, men søgdu eisini, at tey ongantíð høvdu hoyrt um nakran í Føroyum við tí navninum, minnist Noomi S. Christiansen.


Fáa nógvar viðmerkingar

Tað er ymsikt, hvussu fólk reagera, tá Noomi og Eli Christiansen siga teimum navnið á dóttrini.

- Vit eru altíð noydd til at endurtaka tað, tá fólk spyrja, hvussu hon eitur. Og tá vit so enn einaferð siga Hadassa, siga tey typisk “Hvussu eitur hon?”, men tað bilar einki, vit leggja ikki so nógv í tað, sigur Noomi S. Christiansen og smílir.

Ikki øll hava verið positiv um navnið.

- Onkur hevur sagt “navnið spillir ongan” og “hatta kunnu tit ikki kalla barnið”, men slíkum viðmerkingum taka vit okkum ikki veruliga av, sigur Noomi S. Christiansen.

- Sjálv haldi eg, at vit blíva glaðari og glaðari fyri navnið, tí nú er Hadassa tvey ára gomul og hevur fingið eina persónligheit, og vit halda at navnið er júst tað rætta til hana.



Navn: Hadassa, 2 ár

Foreldur: Noomi S. Christiansen og Eli J. Christiansen

Bústaður: Tórshavn