Nevnd skal gera av endur­gjald hjá Russ­landi fyri krígg­ið í Ukra­ina

Ein endurgjaldsnevnd verður í hollendska býnum Haag og skal áseta ábyrgdina hjá Russlandi fyri skaðabót.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hollendski forsætisráðharrin, Dick Schoof og aðalskrivarin í Evroparáðnum Alain Berset, í lógvabrestum eftir at endurgjaldsnevndin er sett fyrr í dag. Mynd: Piroschka Van De Wouw/Reuters/Ritzau Scanpix

Ein nevnd, sum skal taka støðu til, hvat Russland skal rinda í endurgjaldi orsakað av Ukraina-krígnum, varð í dag sett á stovn í Hollandi.

Tað upplýsir tíðindastovan Reuters.

Uttanríkispolitiski leiðarin í ES, Kaja Kallas, segði, at Russland skal ábyrgjast skaðanum, sum kríggið elvdi til, tí »um tú byrjar eitt kríggj, so hevur tú ábyrgdina«.

Hon legði afturat, at ES fer at rinda upp til eina millión evrur - 7,5 milliónir krónur - fyri fyrireikingarnar av nýggju kommissiónini.

Ein sáttmáli, sum stovnar kommissiónina, varð undirskrivaður í Haag í sambandi við, at ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, vitjaði í Hollandi. Hann var til staðar á fundinum.

ES-londini hava seinastu tíðina umrøtt, um innifrystir russiskir pengar kunnu brúkast til endurgjaldslán til Ukraina.

Russiskar ognir eru frystar í belgisku virðisbrævagoymsluni Euroclear, og av tí at Belgia óttast rættarmál frá Russlandi, um peningurin verður sendur til Ukraina, er landið ímóti hugskotinum.

 

/Ritzau/

 

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hollendski forsætisráðharrin, Dick Schoof og aðalskrivarin í Evroparáðnum Alain Berset, í lógvabrestum eftir at endurgjaldsnevndin er sett fyrr í dag. Mynd: Piroschka Van De Wouw/Reuters/Ritzau Scanpix