Nevnd vald at greiða arbeiðsósemjur

Arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar hava fingið hvør síni trý fólk í nevndina, sum skal orða eitt uppskot til løgtingslóg um arbeiðsósemjur

Nú er nevndin sett, sum skal gera uppskot til løgtingslóg um arbeiðsósemjur.
Bjarni Djurholm landsstýrismaður við vinnumálum, hevði longu valt Kára á Rógvi, løgfrøðing til formann, og mánadagin komu restina av nøvnunum upp á pláss. Arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar hava hvør síni trý umboð í nevndini.
Páll Nielsen umboðar Føroya arbeiðarafelag, Óli Jacobsen umboðar Føroya fiskimannafelag og Heini Joensen umboðar Starvsmannafelagið. Arbeiðsgevararnir hava valt Jógvan Norðbú fyri Føroyar reiðarafelag, Bjørgfrið Ludvig fyri Føroya arbeiðsgevarafelag og Thomas Magnussen fyri Fíggjarmálaráðið.
Nevndin skal gera uppskot til eina skipan, sum kann viðgera trætumál og spurningar um sáttmálabrot. Málið er ein skjótari viðgerð, og at samfelagslig áhugamál verða havd í huga. Serliga soleiðis at ósemjur og sáttmálabrot verða loyst í einari rættarskipan. Sambært arbeiðssetninginum skal skipanin hjálpa tí partinum, sum líður undir sáttmálabroti, at fáa sín rætt og uppreisn, so skjótt sum til ber.
Bólkurin skal eisini gera uppskot til broytingar í semingslógini, sum er frá 1928. Nevndin skal endurskoða og dagføra lógina í síni heild. Hon skal gera uppskotið soleiðis, at lógin fatar um bæði privata og almenna arbeiðsmarknaðinum, og soleiðis at hon hóskar til nútíðar føroyska arbeiðsmarknaðin og siðvenju.