Nevndarformaðurin í Atlantsflog: Endamálið er at styrkja felagið

Ætlanin um at privatisera 49 prosent av Atlantsflog hevur ikki til endamáls at avreiða felagið, men at styrkja tað. Hetta ger Eyðfinnur Jacobsen, nevndarformaður greitt. Hann vísir á, at tað eisini er neyðugt at fáa útlendskt flogfelag sum partaeigara

Privatisering

 

Nevndin í føroyska flogfelagnum, Atlantsflog, heldur tað vera neyðugt at styrkja felagið við kapitali og við tættari samstarvi við útlendskt flogfelag.

Tí er nevndin farin undir at fyrireika eina ætlan um at hækka partapeningin við privatum partabrøvum stigvíst, soleiðis at 49 prosent av partapeninginum at enda eru á privatum hondum.

Afturat hesum heldur nevndin tað eisini vera neyðugt at bjóða einum altjóða flogfelag at ogna sær týðandi ongarlut í føroyska flogfelagnum.

Eyðfinnur Jacbsen, sum er nevndarformaður í Atlantsflog, ger greitt, at hetta ikki er ein ætlan, sum setir almenna føroyska flogfelagið í vanda.

? Vit ætla okkum als ikki at avreiða felagið, men tvørturímóti at styrkja tað. Vit hava tikið upp aftur eina ætlan, sum vit høvdu á borðinum longu í 1997. Ætlanina hava vit kunnað landsstýrismannin í Vinnumálum um, og hann hevur givið okkum grønt ljós at fyrireika hana, sigur Eyðfinnur Jacobsen.

 

Útlendingar uppí

Orsøkin til, at nevndin í Atlantsflog heldur tað vera neyðugt at selja part av partabrøvunum til útlendst flogfelag, er rætt og slætt tann, at nevndin heldur hetta vera neyðugt, um føroyska flogfelagið skal fylgja við í menningini innan flogferðslu.

Hetta merkir kortini ikki, at Atlantsflog ætlar, at kappingarneytar, sum til dømis Maersk skulu fáa høvi at keypa upp felagið.

? Tá vit fara út at leita eftir einum útlendskum flogfelag at seta pening í Atlantsflog, fara vit sjálvsagt at velja væl út. Síðani fara vit at samráðast við tað flogfelagið, vit halda vera best egnað, sigur Eyðfinn Jacobsen.

Nevndarformaðurin í Atlantsflog vísir á, at tað er heilt vanligt kring allan heimin, at smærri flogfeløg selja ein part til størri flogfeløg, fyri at fáa í lag avtalur um at sleppa inn á marknaðin hjá størru flogfeløgunum.

? Selja vit útlendskum flogfelag part av Atlantsflog, eru fyrimunirnir góður serkunnleiki, tøknilig vegleiðing og handilslig vegleiðing. Harafturat skapar hetta eisini møguleikar fyri at bjóða bíligari ferðaseðlar víðari út í heim, sigur Eyðfinnur Jacobsen, nevndarformaður.

Eyðfinnur Jacobsen ger greitt, at útlendskur partapeningur í Atlantsflog bæði ger tað lættari at koma inn á annan marknað og at halda fast um tann marknað, felagið hevur í dag.

 

Á Virðisbrævamarknaðin

Eyðfinnur Jacobsen sigur, at ætlanin um at privatisera partar av Atlantsflog enn er á fyrireikingarstøði, og at tað er upp til politiska myndugleikan at gera av, um nevndin sleppur at selja partabrøv í felagnum.

Men verður ætlanin veruleiki, skal Atlantsflog teknast á Virðisbrævamarknaðin, sum føroyingar í løtuni arbeiða við. Møguliga skal felagið eisini teknast á útlendskum virðisbrævamarknaðum.

Hetta fer at gera tað møguligt hjá feløgum og einstaklingum at keypa og selja partabrøv í felagnum, sum tey hava hug. Tískil kunnu fólk sjálv gera av, hvussu nógv, tey vinna upp á síni partabrøv.

? Hægri partapeningur í Atlantsflog fer eisini at geva okkum møguleika at gera nýíløgur, sigur nevndarformaðurin, Eyðfinn Jacobsen.