Næsta sunnudag verður árligur aðalfundur hjá Tvøroyrar Bóltfelag. Og tað verða ikki hissini broytingar í nevndunum eftir tað.
Suðuroyarportalurin skrivar, at allar nevndirnar í Tvøroyrar Bóltfelag hava boðað frá, at eingin nevndarlimur heldur fram.
- Um sjálvur aðalfundurin ikki verður viðtøkuførur, so verður lýst til eykaaðalfund hálvan tíma seinni, sigur Jóan Petur Olgarsson við Suðuroyarportalin.
Olgarsson hevur seinnu árini verið formaður í TB, men hann hevur eisini valt at leggja frá sær.