Fíggjarnevndin og Vinnunevndin hjá løgtinginum sita í løtuni og viðgera Norrönu-málið, og seinasti parturin er kallaður inn klokkan 13 Uppskotið hjá Johan Dahl, vinnumálaráðharra, um at veita Smyril Line fíggjarligan stuðul upp á 30 milliónir, var í gjár beint í fíggjar- og vinnunevndina uttan atkvøðugreiðslu.
Málið hevur slíkan skund, at nevndirnar ? heilt óvanligt ? sitan saman og viðgera málið.
Ein røð av stovnum og persónum eru kallað inn til hoyringar, og seinasti av hesum skal møta fyri samlaðu nevndunum klokkan 13.
Løgtingsfundur er settur at verða aftur klokkan 15, og tingið hevur samtykt at víkja frá øllum tíðarfreistum.