Noreg kendi ikki sína vitjunartíð í dystinum móti Kroatia, og tí eru tað kroatar og ikki norðmenn, sum fraklendingar skulu møta leygardagin.
Í einum jøvnum og sera spennandi dysti lá Noreg alla tíðina væl fyri, men eins og hjá Svøríki tók mótstøðuliðið seg framum móti endanum. Noreg kom væl aftur í aftur, men alt ov sløsut álopsspæl førdi við sær alt ov nógv »turn-overs«.
Eisini í støðum, har Noreg leikti 6 móti 4 megnaðu teir ikki at gera sær dælt og draga frá, og ofta megnaðu kroatarnir at skora í hesum støðum í staðin fyri.
Úrslitið í kvøld merkir, at Noreg ikki megnaði at vinna í trimum teimum seinastu dystunum í endaspælinum, og máttu harvið lata semifinaluplássini til Danmark og Kroatia í staðin. Dysturin móti Kroatia endaði 23-23 eftir at Noreg hevði ført 11-10 í hálvleikinum.