Fyrrverandi yvirlækni úr Hedemark í Noreg er nú ákærdur fyri kynsligan ágang móti tilsamans 22 gentum, har hann eitt nú neyðtók ta einu, meðan hon lá undir narkosu. Fyrrverandi norski yvirlæknin, sum er 38 ára gamal, kann nú vænta sær 21 ára fongsulsrevsing.
Løgfrøðingur, sum starvast innan løgregluna í Hedemark, váttar yvirfyri NRK, at lógarbrotini, sum fyrrverandi yvirlæknin er ákærdur fyri at hava framt, kunnu geva honum 21 ár aftan stongdar dyr.
Læknin er eitt nú ákærdur fyri at hava neyðtikið eina gentu, sum lá undir narkosu á skurðborðinum á Elverum Sjúkrahúsinum í Hedemark. Hann hevur eisini tikið skemdargerðina á film.
Hin 38 ára gamli er ákærdur fyri at hava neyðtikið sjey børn. Tilsamans er hann ákærdur fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á 22 gentur, harav hin yngsta bert var 11 ár, tá neyðtøkan fór fram.
Maðurin er eisini ákærdur fyri onnur lógarbrot, eitt nú við at hava havt pornomyndir av børnum á sínum teldum og fartelefonum og fyri at hava lagt trýst á 14 menn eftir peningi.
Sambært NRK hevur hin 38 ára gamli fyrrverandi yvirlæknin verið varðhaldsfongslaður, síðan hann varð handtikin hin 23. oktober í fjør.