Sjálvt í eygum faðirsins var Uday so harðrendur, at Saddam Hussein longu tíðliga dugdi at síggja, at hann var ikki egnaður at taka við landsins leiðslu.
Hann burturflutti kvinnur, neyðtók og píndi tær í sínum marglætisslotti. Hann livdi eitt lív í reinum marglæti, og í túninum stóðu bilar, sum allir vóru av tí dýrasta slagnum. Allar vakrar kvinnur í Bagdad kundu vænta at enda á slotti hansara, annaðhvørt tær vildu tað ella ikki.
Somu lagnu fingu iraksk ítróttarfólk, sum ikki fingu tey úrslit, sum Uday kravdi av teimum. Tað sigst, at hann javnan hótti við at høggja hendur og føtur av ítróttarfólkum, megnaðu tey ikki at fáa betri úrslit. Summi teirra endaðu eisini í píningarrúmum hansara.
Leingi varð hildið, at Uday skuldi taka við eftir faðirin, men tað var Saddam sjálvur, sum tók avgerð um, at so skuldi ikki verða. Tað var serliga marglætislív hansara, sum faðirinum ikki dámdi. Harafturat kom, at Uday varð særdur av átta skotum í 1996, so hann noyddist at sita í koyristóli ein stóran part av tíðini, og tað varð ikki hildið at vera serliga heppið fyri ein ríkisleiðara.