Neyðugt við framtaki fyri einum fólkaheilsupolitikki

okkum vantar ein samskipandi heilsupolitikk at menna heilsufremjandi og byrgja fyri heilsuskaðiligum viðurskiftum allastaðni í samfelagnum

 

Hans Pauli Strøm,

løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin




Heilsuviðurskiftini í landi okkara eru nógv meira enn bara ein spurningur um, hvussu nógvan pening vit brúka uppá heilsuverkið. Rætt er tíverri, at á fleiri økjum vantar enn nógv í at fáa viðurskiftini í heilsuverkinum upp á eitt nøktandi støði. Hetta er í stóran mun ein spurningur um nøktandi játtanir til rakstur og íløgur. Hinvegin er eisini nógv sum bendir á, at hóast vit brúka støðugt fleiri pengar til heilsuverkið, so gerast ikki heilsuviðurskiftini hjá fólkinum samsvarandi betri bert av tí.

Ein orsøk til hetta er óivað, at ov lítil dentur verður lagdur á tann fyribyrgjandi heilsupolitikkin - at styrkja og bøta um almennu heilsustøðuna hjá fólkinum. Mest sum øll orkan hjá heilsuverkinum fer til at hjálpa, táið heilsan hjá tí einstaka longu hevur fingið skaða, og viðgerð er neyðug.


Vit hava ongan virkandi fólkaheilsupolitikk...

Ein fólkaheilsupolitikkur miðar hinvegin eftir at styrkja almennu heilsustøðuna hjá fólkinum, at eggja til heilsugóða lívsførslu, at menna heilsufremjandi viðurskifti og at byrgja fyri sjúkuelvandi og heilsuskaðiligum viðurskiftum, á arbeiðsplássunum, í heima- og frítíðarlívi, allastaðni í samfelagnum.

Men tað er harmiligt at staðfesta, at vit hava ongan orðaðan ella skipaðan fólkaheilsupolitikk í Føroyum.

Tí er alneyðugt at taka stig til hetta sum skjótast. Tað skuldi ikki verið so trupult at farið undir, tí vit hava longu fleiri av fortreytunum, sum skulu til.


Men vit hava eitt fyribyrgingarráð...

Í Almanna- og heilsumálastýrinum er sett eitt Fyribyrgingarráð í staðin fyri Tubbaksráðið, AIDS-ráðið og frá 1.1.2002 eisini fyri Rúsdekka- og Narkotikaráðið. Hetta ráðið (av fakfólki) skal, sum tað verður sagt í fíggjarlógini: ?skipa virksemið viðvíkjandi fyribyrgjandi arbeiðinum og leggja eina ætlan fyri at bøta um fólkaheilsuna yvirhøvur?. Fyribyrgingarráðið kann koma við upplýsingum og góðum ráðum. Men tað arbeiðir uttan nakran yvirorðnaðan fólkaheilsupolitikk. Tá ber illa til at arbeiða nóg miðvíst og munagott.


Og eina deild fyri arbeiðs- og almannaheilsu...

Í sjúkrahúsverkinum er nakað sum kallast Deildin fyri arbeiðs- og almannaheilsu. Vit hava hoyrt um onkrar granskingarverkætlanir, um kviksilvureitran av grind, og um kanningar av rúsevnismisnýtslu millum skúlanæmingar. Men kortini kann neyvan sigast, at tað finst nakar skipaður almannaheilsupolitikkur. Ella nakar arbeiðsheilsupolitikkur ella arbeiðsmedisin í Føroyum. Gagnligt hevði verið við regluligum kanningum av, hvussu heilsuviðurskiftini hjá fólki, sum starvast í ymiskum yrkisbólkum, verða ávirkað av teirra arbeiðsumstøðum. T.d. heilsuviðurskiftini hjá teimum sum arbeiða á fiskavirkjum - ella trolmonnum, línumonnum ella útróðrarmonnum ? ella teimum sum arbeiða við asfalti ? ella heimahjálparum ? ella hjá teimum sum sita við telduknappaborðið dagin langan..


Og vit hava arbeiðseftirlit, umhvørvislógir og áhugafelagsskapir...

Vit hava í veruleikanum eina rúgvu av ymiskum stovnum og skipanum, sum alt átti at verið samskipaðir tættir í einum víðfevnandi fólkaheilsupolitikki, men sum tíverri bert virka allir hvør í sínum lagi, hvør fyri sínum serstaka endamálið. Umframt Fyribyrgingarráðið og Deildina fyri arbeiðs- og almannaheilsu hava vit m.a.:

? Arbeiðseftirlitið, sum skal syrgja fyri at arbeiðsviðurskiftini eru trygg og góð, so sum ásett verður í eini rættiliga nýggjari arbeiðsumhvørvislóg.

? Heilsufrøðiliga Starvstovu, sum m.a. umsitur Matvørulóg og Umhvørvislóg ? tættir av alstórum fyri fólkaheilsustøðuna.

? Og vit nógvar aktivar áhugafelagsskapir á heilsuøkinum, har sjálvboðin gera ómetaliga stórt arbeiði á ógviliga fjølbroyttum og ymiskum økjum, bæði sum hjálp og vegleiðing til raktar einstaklingar og sum alment upplýsandi fyribyrgingarvirksemi.


Og vit hava eisini ein hóp av øðrum felagsskapum, sum avgjørt eiga at hava ein stóran leiklut í einum virkandi fólkaheilsupolitikki, sum t.d. ítróttarfeløgini, bygdarfeløgini, ungmannafeløgini, frítíðarfeløgini, pensjonistafeløgini...


Men tað vantar at samskipa tættirnar til ein virkandi fólkaheilsupolitikk

Allir fortreytir eru sostatt longu til staðar fyri einum virkandi fólkaheilsupolitikki ? uttan ein: tað er tann politiska. Her er uppgávan hjá løgtingi og landsstýri at gera eitt framtak, til tess at orða meginreglurnar til ein yvirorðnaðan fólkaheilsupolitikk. Og at fáa allar hesar stovnar, deildir, ráð og felagsskapir at samvirka fyri einum fólkaheilsupolitikki, sum røkkur út um alt samfelagið, til allar aldursbólkar, til allar yrkisbólkar, til allar borgarar í øllum teirra dagliga lívi og levnaði.