Skúlabygging
Jenis av Rana, løgtingsmaður, vil nú hava at vita, hvussu gongst við ætlanini at loysa hølistruppulleikarnar hjá studentaskúlanum, handilsskúlan um og tekniska skúla.
í dag fer hann at seta landsstýrismanninum í skúlamálum, Annlis Bjarkhamar, ein skrivligan fyrispurning á Løgtingi um hesar tríggjar skúlarnar.
Jenis av Rana vil hava at vita, hvussu gongst við út- og nýbygging av hesum skúlum, nær byrjað verður, hvar byggjast skal og í hvørjari raðfylgju, skúlarnir verða bygdir.
Hann minnir á, at í 1996, var arkitektakapping um at byggja nýggjan studentaskúla í Hoydølum. Men projektið, sum vann, var tó seinni slept, tí ætlanin var í staðin at byggja skúladepli úti við Marknagilsvegin við bæði studenta-handils og tekniska skúla.
? Grundgevingarnar fyri ikki at byggja í Hoydølum vóru m.a. at ein nýggjur skúli bleiv ov dýrur, og at grundin, sum skúlin í síni tíð bleiv bygdur á, varð mett at vera ov veikt.
Seinni eru tó ivi settur við bæði hesi sjónarmið.
Jenis av Rana sigur, at í januar í 2001, legði hann, saman við Jákupi Sverra Kass og Kristiani Magnussen uppskot furi ting um at byggja skúlan í Hoydølum út og um.
Teir tríggir løgtingsmenninir mettu, at tað verður seinur dagur, at depilin við Marknagilsvegin verður bygdur og meðan bíðað verður, verða neyvan tær stóru játtaninar lætnar til at røkja bygningarnar.
Uppskotið varð tó ikki samtykt við tað, at 11 atkvøddu fyri, ein atkvøddi blankt og 16 ímóti.
Jenis av Rana sigur, at tó at samgonguskjalið ger greitt, at farast skal undir at býggja depilin verður tó einki sagt um nær.
?Óvissan um framtíðarstøðuna hjá skúlunum stendur tí við og óvissan hevur ført við sær, at serliga studentaskúlin hevur manglað fígging til viðlíkahald og skilið er hareftir.
? At Tekniski skúlin eisini er komin í rættiligt rasshaft, ger tað uppaftur meira átrokandi við einari greiðari fráboðan frá landsstýrinum, sigur Jenis av Rana.
? Alt gott annars at siga um Skúladepilin í Marknagili, sum verður mettur at verða ein varandi loysn, sum loysir ein skúlatørvin í langa tíð frameftir.
? Men mong eru, sum avgjørd mæla frá hesi ætlan og heldur mæla til at fara aftur til upprunaætlanina í Hoydølum og so at byggja handilsskúla og tekniska skúla í Marknagili, sigur Jenis av Rana.