Løgmaður heldur tó, at úrslitið í Fraklandi sunnudagin gevur nakað av innanhýsis trupulleikum í ES, og hetta ger ikki okkara samráðingarstøðu betur.
Ferðin verður sett niður
Jóannes Eidesgaard sigur, at úrslitið í Fraklandi kanska líka nógv er eitt mótmæli móti sitandi stjórn í Fraklandi, sum tað er eitt nei til ES-grundlógina.
- Tað er tó einki at ivast í, at talan er um ein kreppu í ES-høpi, tí Frankland er ikki eitthvørt ES-land. Frakland hevur verið við frá byrjan, og landið hevur kanska verið tað mest ES-sinnaða landið av øllum limalondunum. Tað er tí einki at ivast í, at tað er eitt øgiligt afturstig fyri tey, sum hava staðið aftan fyri tilgongdina til ES-grundlógina, at úrslitið í Fraklandi gjørdist eitt nei, heldur Jóannes Eidesgaard.
Løgmaður væntar, at úrslitið í Fraklandi fer at seinka Europeisku integratiónini, og um fleiri lond fara at atkvøðu nei, væntar Jóannes Eidesgaard, at ferðin á tilgongdini fer at stegða munandi upp.
Noyðast at taka støðu
Í spurninginum um, hvørja ávirkan eitt danskt ja og ein møgulig samtykkjan av ES-grundlógini fer at hava fyri Føroyar, sigur Jóannes Eidesgaard, at her er støðan heilt greið.
- Tað stendur í forfatningini, at hon ikki er galdandi fyri Føroyar, og tí hava vit einki at óttast, sigur Jóannes Eidesgaard.
Løgmaður heldur tó, at tað er neyðugt hjá okkum føroyingum sum skjótast at fáa eitt kjak um, hvat vit vilja, tí vit noyðast at taka støðu til spurningin.
- Vit noyðast at fáa eitt kjak, har vit taka støðu til, um vit eru nøgd við verandi støðu, ella hvat vit vilja. Sjálvur haldi eg, at tað er umráðandi, at vit taka støðu sum skjótast, tí óansæð hvørja niðurstøðu vit koma til, so er processin long, sigur Jóannes Eidesgaard.