Neyðugt við útlendskum pengum til endurnýgging

Tað ber til at endurnýggja fiskiflotan uttan almennan studning, men tað kemur at taka tíð, og neyðugt er við útlendskum íløgum. Spurningurin er bara, um feskafiskaflotin heldur, til ein verulig endurnýgging kann fara fram, sigur formaðurin í Reiðarafelagnum

 

Føroyski feskfiskaflotan er við at eldast, og spurningurin er, um hann heldur í so nógv ár afturat, sum krevjast til eina endurnýgging av hesum partinum av flotanum.

Hendan spurning setir formaðurin í Reiðarafelagnum, sum samstundis staðfestir, at øll eru givin at tosa um almennan studning til at byggja skip fyri. Hann heldur eisini, at tað ber til at endurnýggja flotan uttan almennan stuðul.

- Men tað kemur at taka tíð. Tað hevur verið eitt sindur av útskifting seinnu árini, og tað er eisini neyðugt, at tað ikki verður lopið fram av. Neyðugt er við eini líðandi útskifting, men spurningurin er, um feskfiskaflotin klárar at endurnýggja seg, áðrenn verandi skip eru vorðin ov gomul, sigur Jákup Sólstein.

Klaksvíkingurin, sum dagliga starvast hjá JFK, er á 9. ári formaður í Reiðarafelagnum, og hann eigur í øllum førum eitt ár afturat eftir í nevndini.

- Tá flotin skal endurnýggjast uttan almennan stuðul verður neyðugt við útlendskum kapitali. Vit eiga at verða varin mótvegis útlendskum kapitali, men vit skulu ikki verða bangin fyri hesum.

- Feskfiskaskipini skylda lítið av pengum samanborið við tað, tey fiska fyri, men tey hava sum so einki søluvirði.

Órímiligir yvirmannapartar

Jákup Sólstein heldur, at útlendskir pengar kunnu fáa ein týðandi leiklut í endurnýggingini av fiskiflotanum, men umráðandi er, at føroyingar ikki spæla sær av við avgerðarrættin í vinnuni.

- Tá eitt útlendskt felag eigur ein triðing av partapeninginum í einum føroyskum felag, og øll fíggingin harafturat er útlendsk, kanst tú av røttum spyrja, um tað nú eru føroyingar sum ráða í felagnum, hóast teir kanska gera tað á pappírinum, sigur Jákup Sólstein.

Formaðurin í Reiðarafelagnum heldur, at manningapartarnir kunnu vera ein forðing fyri, at flotin kann endurnýggja seg.

- Tað er umráðandi, at fiskimenn fáa góða løn fyri at verða á sjónum 200 dagar um árið, men í summum førum kunnu yvirmannapartarnir verða órímiliga stórir - bæði tá sammett verður við partin hjá skipinum og hjá dekkarunum, heldur Jákup Sólstein.

Tá manningin fær stóran part av inntøkunum, sigur tað seg sjálvt, at minni pengar eru til skipið og reiðaríið. Harvið versna eisini møguleikarnir fyri, at flotin kann endurnýggja seg.

Fjølbroyttur floti

Hóast onkur vandatekin eru at hóma, tá talan er um endurnýgging av feskfiskaflotanum, so hevur føroysk fiskivinna á sjónum eisini nakrar styrkir.

Jákup Sólstein heldur, at tað er ein stór styrki fyri føroyska fiskiflotan, at hann er so fjølbroyttur og kann veiða øll fiskasløg.

- Tað er eisini ein stórur fyrimunur, at vit ikki hava kvotur, har útblaking gerst ein trupulleiki. Verandi skipan hevur onkrar vansar, men tað er ein fyriumunur, at vit kunnu fáa pengar fyri alt, sum verður fiskað.

Og ein partur av tí, sum skipini undir Føroyum fiska, skal seljast umvegis uppboðssøluna.

- Uppboðssølan er komin fyri at verða, og í flestu førum virkar hon væl. Tað merkist tó væl á prísinum, um tey smáu virkini og útflytararnir ikki eru við at bjóða. Tá er beinanvegin minni kapping, og so lækkar prísurin sum vera man, sigur Jákup Sólstein.

- Hetta er serliga galdandi í summarmánaðunum, tá útboðið ofta er størri enn eftirspurningurin, og tað verður eisini brúkt, at skipini verða noydd at selja ein stóran part av veiðini á uppboðssølu.

Rækjuskipini illa fyri

Meðan feskfiskaflotin stríðist við endurnýgging, er støðan ein onnur, tá talan er um verksmiðjuskipini.

- Tað hevur verið ein stór endurnýgging millum svartkjaftaskipini, og við teimum góðu veiðimøguleikum, sum hesi skipini hava, hevur tað verið gjørligt við endurnýgging. Skipini klára seg væl, hóast talan er um stórar íløgur, sigur Jákup Sólstein.

Hinvegin er støðan ein heilt onnur, tá tað umræður tann áður so gylta rækjuflotanum.

- Rækjuskipini hava tað ómetaliga trupult. Seinastu tvey árini hevur prísurin verið vánaligur. Árið í fjør royndist illa, og støðan tykist versna í ár. Veiðimøguleikarnir eru góðir, men tá prísirnir eru so lágir, og oljuprísirnir samstundis í topp, gerst støðan vánalig.

- Vandin er stórur fyri, at hesi skip fara at fáa hall. Tað er ymiskt, hvussu skipini eru fyri, og tí er tað ilt at meta um, hvørt skip innan hendan partin av flotanum kunnu fara av knóranum, sigur Jákup Sólstein.

- Tað er neyðugt við stórum og góðum skipum, tá tú skalt veiða rækjur, og tí er tað ein stórur trupulleiki, at prísirnir eru so lágir.

Stóra royndin

Størsta fiskifarið í føroyska flotanum hoyrir heima í JFK, har Jákup Sólstein starvast. Her er talan um eina roynd, har felagið brýtur upp úr nýggjum.

- Framleiðslan umborð á Næraberg gongur væl, og seinasta árið hevur víst, at tað ber til við hesi framleiðslu. Prísirnir á surimi hava tó verið ov lágir. Fyri tveimum árum síðani vóru prísirnir eina helvt hægri, men nú fæst ov lítið fyri surimi. Hinvegin hevur framleiðslan av mjøli givið væl, sigur Jákup Sólstein.

Mjølið verður framleitt av restunum av surimiframleiðsluni, og higartil hevur meginparturin verður útfluttur til Kina, har mjølið verður nýtt sum djórafóður.

- Royndir við Nærabergi hevði ikki latið seg gjørt uttan útlendskan kapital og fígging. Her er talan um so stóra projekt, at tað er neyðugt við sterkum feløgum aftanfyri, sigur Jákup Sólstein.

Rættindi í framtíðini

Føroyski fiskiflotin fær avgerandi veiðiískoyti gjøgnum rættindi í sjógvi hjá øðrum londum, men her er støðan eitt sindur óviss.

- Íslendarar eru farnir at gremja seg um, at vit hava línurættindi í íslendskum sjógvi. Hóast kvotan er minkað seinnu árini, hevur hon framvegis stóran týdning fyri línuskipini hjá okkum, sigur Jákup Sólstein.

- Tað ber heldur ikki rættiliga til at siga, at vit faa línukvotuna fyri einki, tí íslendarar fáa eisini rættindi til at fiska sild og svartkjaft í okkara sjógvi.

Norðmenn fáá línurættindi undir Føroyum, afturfyri at føroysk skip sleppa at fiska í Barentshavninum.

- Línuskipini hava víst á, at tað er trongt hjá teimum undir Føroyum, og so kann trupulleikin gerast, at um vit skerja norsku línurættindini, so fáa vit enn minni toskakvotu í Barentshavinum. Men her er ein trupulleiki, sum vit verða noydd at gera okkurt við, sigur formaðurin í Reiðarafelagnum.

Jákup Sólstein heldur, at føroyingar hava havt eitt gott samstarv við russar í næstan 25 ár, men eisini hetta kann koma í vanda, um kvota verður sett á svartkjaftaveiðina, og føroyingar harvið ikki kunnu lata russar fáa neyðugu kvotuna.

Harafturat hevur trupulleiki eisini stungið seg upp viðvíkandi kongafiski, sum russar fiska nógv av, hóast teir ikki hava rætt til tað. Teir siga seg fáa kongafisk í svartkjaftatrolið, og í fjør var fyri fyrstu ferð russiskur kongafiskiskapur skrásettur í føroyskum sjógvi.

- Føroysku svartkjaftaskipini siga seg ikki fáa so nógva kongafisk í trolið, sum russar fáa, og tí fara vit nú at heita á Fiskimálastýrið, um at biðja Fiskirannsóknarstovuna kanna hetta. Vit vilja hava eina kanning av, um tað ber til at fáa so nógvan kongafisk, tá roynt verður eftir svartkjafti, sigur Jákup Sólstein.

Skip og loyvi

hoyra saman

Tað hevur verið ført fram, at skipanin við fiskiloyvum er ein forðing fyri, at flotin kann endurnýggja seg. Hetta kemst av, at fíggingarstovnarnir ikki kunnu taka pant í fiskiloyvini, og tí eru krøvini til eginpening størri.

Formaðurin í Reiðarafelagnum heldur ikki, at tað skal verða gjørligt at seta fiskiloyvi í veð.

- Skip og fiskiloyvi hoyra saman , og tað hevði havt við sær ein ósunnan rakstur, um fiskiloyvi vórðu sett í veð. Fiskiloyvini skulu fylgja skipunum, og tað eigur at verða nóg trygt hjá peningastovnunum, sigur Jákup Sólstein.

Reiðarafelagið heldur, at tað ber ikki til at ávísa, hvar virðini liggja, tí hvørki skip ella fiskiloyvi er nakað vert uttan tey eru saman.