Neyðugt við yrkislærdum starvsfólki

Almanna- og heilsurøktarafelagið skipaði um mánaðarskiftið mai/juni fyri ráðstevnu í Norðurlandahúsinum. Hetta var í tøttum samstarvi við European Council of Practical Nurses (EPN).
Limalondini í EPN høvdu hvør sítt innlegg. Niðurstøðan á ráðstevnuni var, at trupulleikar á arbeiðsplássinum og arbeiðsumstøðurnar sum heild eru ógvuliga lík í hesum londum. Eg vil her royna at varpa ljós á nakrar av trupulleikunum vit her í Føroyum hava

Majbritt Mohr, forkvinna í Almanna- og heilsurøktarafelagnum

Á fleiri ellis- og røktarheimum, vistarheimum og sambýlum starvast alt ov fá yrkislærd starvsfólk. Fer yrkislært starvsfólk úr starvi, er als ikki vist at annað yrkislært fólk verður sett í hetta starv. Somuleiðis er tað als ikki ein sjálvfylgja at leysu størvini á hesum heimum verða lýst leys, hóast tað er ásett í sáttmálum fyri okkara øki, at øll størv skulu lýsast leys. Summi heim velja at hava fleiri tímalønt fólk tilknýtt, heldur enn at uppnormera starvsfólkið á heiminum ella seta fleiri fólk í starv. Hetta er til stóran ampa fyri bæði starvsfólk og búfólk, tí trupult er at varðveita samanhangin í røktini og fastsetta starvsfólkið má allatíðina taka atlit til óroynd starvsfólk, ið av givnum orsøkum ikki kenna heimið og búfólkið nóg væl.
Felags fyri flestu heilsurøktarar, ið starvast á tildømis sjúkrahúsum og røktarheimum, er somuleiðis at teir ikki fáa brúkt sín førleika til fulnar. Hetta eru hollir førleikar, ið heilsurøktarar hava nomið sær undir útbúgving, og tí skapar støðan ónøgd, eins og tað er óskynsamt, at deildirnar og harvið heilsuverkið sum heild, als ikki brúkar sítt tilfeingi á skilabesta hátt. Heilsurøktarar hava starvast í Almanna- og heilsuverkinum síðani fyrst í níti árunum, so flestu leiðarar áttu at vita, hvat teir kunnu vænta av hesum yrkisbólki. Á ellis- og røktarheimum eru fáar ella ongar uppgávur, ein heilsurøktari ikki hevur førleika at útinna. Tí eigur hetta at síggjast aftur í starvsfólkasamansetingini, men sigast má at nógva staðni er tað harmiligt at síggja, hvussu leiðslan heldur fast í gamlar vanar. Í grannalondunum leggur man dent á uppgradering av starvsfólki og leiðslurnar hava framtíðarhugsanir m.a. um, hvussu man á skilabesta hátt gagnnýtir sítt tilfeingi. Á onkrum ellis- og røktarheimum í Føroyum er tað soleiðis, at hóast heilsurøktari er í náttarvakt, fær ein sjúkrarøktarfrøðingur pengar fyri at liggja heima og sova og hava bakvakt. Um okkurt búfólk gerst sjúkt má heilsurøktarin fyrst ringja til hesa bakvakt, at fáa váttað, at tað er í lagi at ringja til lækna. Verða búfólk á t.d. elllis- og røktarheimum so sjúk at teimum tørvar læknahjálp, er tað kommunulæknin sum kemur á stovnin, ið gerð av, hvat víðari skal henda. Eru búfólk so sjúk at teimum tørvar umfatandi viðgerð, fara tey á sjúkrahús. At hvør einstakur heilsurøktari ikki fær hóskandi arbeiðsuppgávur, er tíverri ein avleiðing av, at á flestu arbeiðsplássum er arbeiðið lagt soleiðis til rættis, at sjúkrarøktarfrøðingarnar eisini hava um hendi tær uppgávur, sum eru hóskandi og kundu verið yrkisliga mennandi fyri heilsurøktarir.
At arbeiða við fólki krevur at tú ert fyrikomandi og dugir at lurta og tosa við fólk. Men hetta er als ikki nokk, at kunna veita týdningarmikla røkt og umsorgan. At kunna stuðla, menna, ítrivsvegleiða og veita heilsu- og sjúkrarøkt er neyðugt við kunnleika. Tað er tí at undirmeta týdningin av arbeiðinum ið yrkisbólkar í almanna- og heilsuverkinum gera, at brúka ófaklærd heldur enn yrkislærd at veita stuðul og røkt, til fólk ið hava tørv á tí. Vit eiga at skapa stóra virðing fyri týdningarmikla arbeiðið og hollu vitanina hjá starvsfólki í almanna- og heilsuverkinum, soleiðis at unga ættarliðið eisini fer at velja sær útbúgving innan hetta øki. At skapa nøgdsemi á arbeiðsplássunum, er týdningarmikið at øll starvsfólk føla at tey hava týdning, og at teirra arbeiði er neyðugt fyri heildina. At brúka sín førleika til fulnar og at førleikamenna seg er eins týðandi. Í almanna- og heilsuverkinum er tørvur á at yrkisbólkar arbeiða saman, og at teir við hvør sínum førleika geva sítt íkast til bestu umsorganina fyri einstaka borgaran. Góð og framsíggin leiðsla hevur ágrýti, dugnaligt og nøgt starvsfólk.