Hóast tað eru fleiri vikur síðan, at Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum fór undir endaligu lønarsamráðingarnar við Akademikarafelagið, ið er tað seinasta av teimum fimm stóru fakfeløgunum, ið samráðast á hesum sinni, so er enn eingin sáttmáli komi upp á pláss við fakfelagið.
Tað er tó ikki tí at samráðingarnar hava gingið illa, at tað hevur tikið so langa tíð, upplýsir Suni Joensen, formaður í Akademikarafelagnum, ið væntar at ein semja skjótt er komin í lag.
- Vit hava havt ein lítlan steðg í samráðingunum, men tað er eingin serlig orsøk til tað. Nú eru vit eisini komin hartil, at vit hava givið teimum okkara uppskot til semju og vit hava fingið teirra. Síðan er ætlanin at møtast aftur fríggjadagin at gjøgnumganga uppskotini, sigur formaðurin.
Formaðurin ynskir ikki at siga nakað ítøkiligt um krøvini, men upplýsir, at hann er bjartskygdur um, at tað fer eydnast at finna eina semju millum partarnar.
- Tað er sjálvandi ringt at siga, men eg rokni við, at vit finna eina semju. Tað er ikki so langt ímillum partarnar, so tað átti ikki verið neyðugt at sent boð eftir semingsmanninum, sigur Suni Joensen.