Norðoya Frítíðar- og Ítróttarráð hevur havt aðalfund, og nýggj nevnd varð vald. Símun á Høvdanum, sum hevur verið formaður tey seinastu árini, bar seg undan afturvali, og í hansara stað bleiv valdur Jan Gardar. Nevndin hevur skipað seg soleiðis:
Jan Gardar (formaður), Eyðbjørn Andreasen (næstformaður), Símun Michael Sørensen (kassameistari), Nikolas Olsen (skrivari), Fríða Isaksen (nevndarlimur), Símun á Høvdanum (tiltakslimur), og Heidi Biskopstø (tiltakslimur).
Tað er Norðoya Frítíðar- og Ítróttarráð, sum fyriskipar Norðoyastevnuna, og endamál ráðsins er at samskipa og leggja til rættis frítíðar- og ítróttarvirksemi í Norðoyum.
Norðoyastevnan í ár verður 27., 28., 29. og 30. mai.