Niðurbundin er fæloysingur

Sonne Smith

Góði Heri Mohr
Takk fyri tína viðmerking í bløðunum um grein mína í Skáa í Dimmalætting “Isolatión bein leið til stagnatión”. Hetta var samrøða við Jóannes Eidesgaard, løgmann. Eg veit ikki, um løgmaður er misnøgdur við, at eg í greinini brúki, sum tú sigur, postulatið, at vit føroyingar vórðu niðurbundnir tann 6. oktober í 1992. Tó veit eg, at Jóannes Eidesgaard undir ongum umstøðum fer at tala at, kenni eg hann rætt.
Sum tann frálíki debatørur, tú ert, er eingin okkara, sum kennir teg, í iva um, at tú hevur grein í
tínum máli við at siga, at “vit føroyingar vórðu ikki niðurbundnir, sum tú (undirritaði) vilt vera við,
men, serkøn hjálp úr Danmark loysti okkum úr lemjandi niðurbinding og stórum
óloystum vandamálum. Hendan hjálpin ella processin byrjaði 6. oktober 1992”.
Skuldi tú, Heri, ikki vitað, hvussu svullurin brast, og tilgongdin byrjaði tann 6. oktober 1992, so veit
eg ikki, hvør skuldi vitað tað.
Eg havi helst við ávísum høvundafrælsi í huga myndliga brúkt vendingina, at vit føroyingar vórðu
niðurbundnir, og í hesum sambandi hugsaði eg, at reinsanartilgongdin í Føroyum ta tungu tíð
kravdi, at tíggjutúsundtals føroyingar vórðu fæloysingar millum annað við tað, at húsini, sum teir
búðu í, vórðu niðurskrivað í virði – sama um virðið var fiktivt, so at tann meinigi føroyingurin
kendi tað sum at verða niðurbundin. Frælsið misti hann, og armóðin rak hann í tíggjutúsundtals
førum av landinum.
Og væl visti fæloysingurin yvirhøvur, hvat var atvoldin til hesa óhugnaligu armóð, sum valdaði í
teimum døkku fyrru hálfemsunum.
Annars, ver vælkomin til tann dialogin, sum bæði tú og eg sóknast eftir.