Finnleif Guttesen segði seg úr starvi sum borgarstjóri av persónligum ávum, og Kristin Michelsen tók yvir, júst tá valskeiðið varð hálvrunnið. Tað líktist einari kreativari uppsøgn. Ein borgarstjóri skal sambært kommunulógini sita í fýra ár, og ein avtala millum teir báðar um at skifta sess eftir hálvt valskeið varð tískil vrakað av Kommunala eftirlitinum.
? Vit hava biðið um øll skjølini í málinum. Hetta verður skjótt avgreitt. Vit hyggja eftir, um eitt nú gerðabókin hjá býráðnum samsvarar við lóggávuna, og tað verður ikki leingi, áðrenn vit koma til eina niðurstøðu, sigur Hilmar Høgenni av Kommunudeildini hjá Løgmálaráðnum.