Niðurstøðan almannakunngjørd hósdagin

Hósdagin fær almenningurin at vita, um Aksel V. Johannesen og Høgni Hoydal hava røkt sínar skyldur

Hósdagin fær almenningurin greiðu á, um Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur umsitið sítt málsøki á lógligan hátt í sambandi við flyting av veiðiloyvum, og um Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur røkt eftirlitsskyldu sína á fullgóðan hátt.


Tá leggur Kristina Samuelsen, kanningarstjóri, fram úrslitið av kanningararbeiðinum, ið hon fór í holt við síðsta summar eftir, at fimtan tingfólk heittu á løgtingsformannin at seta eina kanningarstjóra at kanna embætisførsluna hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum og løgmanni.


Í samband við, at kanningarstjórin handar løgtingsformanninum frágreiðingina, verður skipað fyri tíðindafundi í Løgtinginum mikudagin, upplýsir Løgtingið í tíðindaskrivi.