Niagara Falls – ein sonn náttúruuppliving

Niagara Falls, sum í veruleikanum ikki bert er ein fossur, men fleiri fossar, liggur á markinum ímillum Kanada og USA. Hesir fossar vísa, hvussu ómótaliga vøkur og stórbar náttúran kann vera. Av tí at fossarnir liggja á markinum millum londini bæði, ber til at njóta teir bæði frá amerikonsku og kanadisku síðuni.

Ert tú staddur amerikonsku megin, ber til at njóta útsýnið yvir American Falls, sum er 330 metrar breiður og hevur eitt fall upp á 55 metrar. Ert tú hinvegin staddur kanadisku megin, fært tú eina heilt serliga uppliving, tí tá sært tú Horshoe Falls, sum er 750 metrar breiður og hevur eitt fall upp á 52 metrar. Ferðafólk hava høvi at njóta útsýnið av hesum sera stórsligna fossi, antin úr einum av tornunum, ið eru á staðnum ella úr einum av bátunum, ið koma heilt nær at fossinum.

Fólk hava upp gjøgnum tíðirnar roynt at gera ymisk roysni í Niagara Falls. Í 1901 fór ein kvinna fyri fyrstu ferð út av fossinum í eini tunnu. Hon yvirlivdi, men hetta hugskotið hevur seinni kostað fleiri øðrum lívið. Í 1961 varð hetta tí forbjóðað. Av øðrum tílíkum roysnum kann nevnast, at onkur eisini hevur dansað línu oman fyri fossunum tvørtur um landamørkini.

Niagara Falls er eitt stað, har fólki, ið dámar náttúruupplivilsi, sanniliga fáa at síggja náttúru, tá hon er allarvakrast.