Eftir skottilburðin í nátt heitir Niarn á danskir politikarar um at seta tiltøk í verk fyri at steðga harðskapinum í Danmark Í nátt bleiv tann danski rapparin Niarn skotin undir einum skottilburði í Nørrebro í Keypmannahavn.
Niarn sigur í tíðindaskrivi, at hann er sjokeraður, men hevur tað eftir umstøðunum gott.
Sambært tíðindaskrivinum var hann ávegis til eina veitslu, og var bert skeiva stað til skeivu tíð.
Hann hevur ikki hug til at gera viðmerkingar til málið, men hevur kortini valt at almannakunngera hesa viðmerkingina.
- Fokus má setast á tann løgreglumannin, ið bleiv skotin í arbeiðsørindum, og ikki meg, tí eg eri ein kendur persónur. Og so noyðast politikararnir at steðga hesari gongdini, har fólk verða skotin niður ein tilvildarligan hósdag.
Niarn hevur síðani skottilburðin skriva á sína Twitter síðu ?Hey øll, Eg eri okey. Sjokeraður, men okey.?