nic.fo á vandaleið

Jon Gaasedal
jon@gaasedal.com
------

nic.fo, sum umsitur fo-navnaøkið (domains), hevur sent skriv til fyritøkur og einstaklingar um broytingar í umsiting av egnum navnaøki. Uttan at fara í smálutir, so snýr hetta seg um, at bara einstaklingar - ikki fyritøkur - kunnu umsita eitt navnaøki. Hetta merkir, at fyritøkur so sum Føroya Tele, Vodafone, Atlantsflog, Føroya Banki osv. eru prísgivin einstaklingum, sum hava evsta mynduleika yvir »teirra« navnaøki (sum í praksis er umsitarans egna). Er talan um t.d. stjóran, so kann hann illa sigast upp, um hann vil vera tvørur. Og eitt teldufólk, sum hevur hesi rættindi, hevur eina ella fleiri fyritøkur sum gísla - um illa veit við.
Umsitingarsíðan er heldur ikki krypterað við SSL. Hesi viðurskifti kunnu als ikki góðtakast. Hetta er meira enn óprofessionelt. Fyrst flenti eg í kýki. Men aftan á látur kemur grátur, so eg vil ikki bara sita hendur í favn. Tískil henda viðmerking.

Eg heiti á allar fyritøkur, ið nýta fo-domains, um staðiliga at mótmæla hesum ørskapi. Skrivið kemur niðanfyri - dømið sjálvi. Sosialurin kundi eisini grópað meira í hesum málið - meðan teir kjakast um, hvør teirra skal koyra sosialurin.fo í lumman.....
Eg vóni bara, at skriv teirra er so illa frágingið, at tað, ið skrivað er, ikki er tað, sum ætlanin var at siga. Eg haldi meg so bara til tað sum skrivað er. Og eg dugi at lesa - eisini millum reglurnar, men tað telur ikki við. Leggið eisini merki til mótsøgnirnar í skrivinum: Einstaklingurin hevur evsta valdið - men »umboðar« samstundis eina fyritøku - sum einki vald hevur. Hetta hongur ikki saman. Rættarskipanin fær úr at gera - og tann leisturin verður bæði strævin og tíðarkrevjandi.
Um nic.fo fyri alt í verðini ikki tímir at gera nakað til nyttu, so kann ein loysn vera, tá talan er um t.d. partafelag, at hava tveir umsitarar: Ein vanligan, dagligan umsitara, við øllum rættindum. Og so ein høvuðs-umsitara, sum kundi verið Notarius Publicus, eitt sakføraravirki ella autoriseraður grannskoðari. Hesin seinni verður so bara brúktur, tá trupulleikar stinga seg upp (og teir koma heilt víst) - og áheitan kemur frá bæði stjóra og nevndarformanni. Hetta verður so váttað aftur og fram, á tryggan hátt. Síðani kann vanligi umsitarin verða sperraður, loyniorðið broytt og nýggjur umsitari koma ístaðin.

----------

(Hetta er so skrivið frá fo-umsitingini)
Kunning um nýggja skipan

FO-umsitingin hevur fingið eina nýggja skipan, sum inniheldur nakrar broytingar í mun til tað gomlu skipanina.
Um tú ert ein privat persónur, so verður ikki talan um so stóra broyting fyri títt viðkomandi.
Fyri virkir er broytingin størri.
Skipanin er nú broytt soleiðis, at tað ALTÍÐ fyrst skal skrásetast ein persónur, sum brúkari av skipanini. Hesin persónur kann so vera fulltrúi hjá einari ella fleiri fyritøkum.
Fyritøkur kunnu IKKI vera brúkarar, men vera stovnaðar av persónum, og goymdar í skipanini.
Fulltrúin umboðar fyritøkuna, og er ovasti myndugleiki viðv. økisnøvnum hjá fyritøkuni.
Fulltrúin er eisini tann einasti, sum hevur loyvi til at broyta addressu upplýsingar o.l. hjá fyritøkuni.
Fyritøkur kunnu bert hava 1 fulltrúa, men ein persónur kann vera fulltrúi vegna fleiri fyritøkur.
Áðrenn tú kanst byrja at brúka nýggju skipanina, er neyðugt, at tú gjøgnumgongur og rættar persóns- og fyritøkuupplýsingar. Ansa væl eftir, hvat tú skrásetir, tí fleiri av hesum upplýsingum kunnu ikki broytast aftur seinni.
Tað, sum tú skrásetir, skal góðkennast av FO-umsitingini.