Sjálvt um trygdartiltøkini vóru munandi meiri strong undir Clinton-vitjanini í oktober, so var lættari at fáa viðmerkingar frá honum, enn Al Gore.
Og tó. Sum tann fyrsti og einasti miðilin eydnast tað kortini Sosialinum at fáa nakrar heilt stuttar viðmerkingar frá Al Gore, tá hann fyrstu ferð vísti seg alment á veg út av Hotel Føroyum, har nøkur barnagarðsbørn frá Dagstovninum undir Fjalli vóru komin við amerikanskum fløggum, tey sjálvi høvdu teknað.
- Hello, nice to see you, vóru fyrstu orðini hjá Al Gore, tá hann kom út at heilsa upp á børnini.
Undirritaði: - Hvat væntar tú tær av ferðini í Føroyum?
Al Gore: - Eg síggi fram til at tosa um veðurlagskreppuna og vísa mína myndaframløgu um hetta evnið. Og eg gleði meg at vísa á møguleikar, hvussu vit kunnu loysa hesa kreppuna.
Undirritaði: - Hvat kunnu Føroyar gera fyri at gera sítt til at bøta um støðuna á hesum økinum?
Al Gore: - Minka CO2-útlátið, var stutta svarið hjá fyrrverandi varaforsetanum. Síðani setti hann seg inn í bilin, koyrdi hurðina aftur og saman við fylgi setti kósina móti Tinganesi, har hann skuldi hitta Jóannes Eidesgaard, løgmann, og landstýrisfólkini, Høgna Hoydal og Helenu Dam á Neystabø.
Klokkan 14 skuldi Al Gore halda sín fyrilestur í Norðurlandahúsinum.