Amerikanska Nicki Minaj hevur svarað fleiri fjepparum á Twitter í gjár, sum hava biðið rappsongkvinnuna um pening til at rinda fyri universitetsgjald teirra.
Hon skrivar á Twitter, at kunnu fjeppararnir prógva, at teir fáa hægstu próvtølini, ella straight A's sum amerikumenn siga, so vil hon gjalda kostnaðin.
Nicki Minaj fekk sendandi ummælisbøkur, skoðsmál og frágreiðingar um fíggjarligar kreppur frá fjepparum, og umleið 30 fjepparir vórðu útvaldir.
Tey flestu, sum bóðu songkvinnuna um stuðul, søgdu at tey høvdu brúk fyri undir 1000 dollarum, sum er smáar 7000 krónur, tó so rindaði hon einum næmingi 6000 dollarar, sum er á leið 40.500 krónur, um viðkomandi fekk prógvað, hvat pengingurn fór til. Fjepparin segði á Twitter, at peningurn var til skúlagjald, leigu, at og bøkur.