Niclas Davidsen á Skúr til áminnis

f. 19. juni 1974 ? d. 25. nov. 2000

Kalt er í veðrinum ? ælaveður og myrkt. Hyggi út gjøgnum vindeyga, síggi at tey seinastu bløðini eru nú dottin av trøunum og fúka nú runt í túninum. Tað skýmur, hesin dagurin fer at halla, eins og nú, bert ein lítil mánaði er eftir av hesum árinum. Vit eru komin inn í adventuna. Jólini nærkast ? tíðin, tá ið øll eru glað og gleðast við familju og vinum. Men tað er ikki enn! Vit skulu ígjøgnum desember fyrst. At skula koma ígjøgnum desember, plagar væl ikki at fella nøkrum tungt, sjálvt um myrkt er størsta partin av samdøgrinum. Men nú! Stóra sorgin hevur aftur vitjað í heimbygd míni. Ein ferðsluvanlukka tíðliga leygarmorgunin 25. november, tók ein av okkara ungu. Hesin desember mánaði verður ikki lættur at koma ígjøgnum hjá tykkum, sum nú hava mist. Troystarans orð kunnu kanska hjálpa tykkum, men tit hava mist eitt tað dýrasta tit áttu. Sonur tykkara er farin. Hann er farin undan okkum og vit standa spyrjandi eftir. Spyrjandi, tí vit skilja ikki, hví hansara tími longu var komin. Men sjálvt um sorgin nývir, so er ein, ið kann hjálpa, og sum sálmaskaldið so vakurt sigur:



Tyngir á teg sorgin harða

tykist einki ljós at sjá,

til tín Guð tú tá skalt fara

altíð er har hjálp at fá;

er tín trúgv sum fjallið

sterk,

virka kann hon undurverk,

senda vil Guð tær til bata

meir, enn heimsins vísu

fata.


Niclas var tvey ár eldri enn eg. Aftrat tí, at vit vuksu upp í somu bygd, komu vit serliga nógv saman, tey árini vit róðu við Nólsoyingi. Stuttligt var tað og vit høvdu mangar góðar løtur saman. Trupulleikarnir vóru sjáldan so stórir, at teir ikki blivu vendir til skemt.

»Nú eru vit blivnir danskarar« er eitt tað seinasta tú segði við meg. Niclas hevur búð í Randers í nøkur ár og eg í Aalborg. Niclas skuldi læra til sløkkiliðsmann. Spenningur og vandi, útrykningur við fullari ferð ? ja, eg dugi at síggja teg fyri mær.Tú hevði verið ígjøgnum alskyns royndir. Tú vísti mær ymisk diplom tú hevði fingið, einaferð eg var og vitjaði teg í Randers. Tú hevði helst funnið títt lívsstarv, og vegirnir lógu opnir fyri tær. Ætlanin mundi vera, at tú einaferð skuldi vera sløkkiliðsmaður í Føroyum.

Niclas kendi nógv, og nógv kendu Niclas. Mangan havi eg verið spurdur um eg kendi Niclas. Í Havn mundu tað vera fá, um okkara aldur, sum ikki kendu teg. Flest øll kappróðrafólk, sum róðu tá ið vit róðu, kendu ella vistu hvør tú vart. Tú tosaði við øll og fekst øll at flenna. Niclas var væl umtóktur!

Einaferð sleyrdu vit kirkjugarðin í Nólsoy, tú og eg. Tosaðu í spølni um, hvar á leið í garðinum vit einaferð komu at liggja. Báðir væntaðu vit at koma at liggja uppi við portrið, men tað kom tíverri ikki at passa.

Tað skýmir. Hesin dagurin er farin at halla. Men tín dagur endaði longu á miðdegi. Framanfyri lá allur seinnaparturin og kvøldið. Eg fekk ikki komið til jarðarferðina hjá tær, men mínir tankar eru har heima og eg takki tær fyri alt, vit høvdu saman.

Góðu tit bæði Marnar og Marianna, og tit, sum stóðu Niclasi næst. Harrin styrki og troysti tykkum, nú eingin Niclas kemur heim at vitja tykkum á jólum.



Leif