Tað vóru teir báðir niðurflytararnir úr 1. deild síðsta heyst, B71 og FS Vágar, sum hittust á Sandi leygardagin.
Liðini høvdu dystast á Sandi eina ferð fyrr í ár. Tað var í innleiðandi umfarinum í steypakappingini, og ta ferðina vann FS Vágar 3-2. Tað vóru teir á Sandi sera harmir um, tí teir hildu seg vera væl betri fyri, enn mótstøðumenninir vóru ta ferðina.
Sandoyingar vandu nógv upp undir steypakappingina, men tá teir klossaðu plássið í bólkaspælinum burtur, so minkaði intensiteturin í venjingini og hugurin at møta upp, og tað hevur sæst aftur hesar síðstu vikurnar, men nú halda teir, at tað aftur gongur rætta vegin.
Bæði hjá FS Vágum og B71 er nógv nýtt fólk. Nógvir av teimum, sum hava verið við hesi árini, liðini hava stríðst fyri at yvirliva í fremstu røð, eru burtur, og nógv av fólkinum á báðum liðunum eru ungar kreftir.
Um tað fer at røkka til uppflyting hjá øðrum felagnum í ár ella kanska hjá báðum tveimum er ein opin spurningur, og sjálvandi spæla teir fyri at røkka so høgt sum møguligt. Men tað verður ikki tikin sum nøkur skandala, um teir ikki flyta upp, tí tol er lyklaorðið. At tað fyrr ella seinni fer at spyrjast okkurt burturúr rokna teir við í báðum legunum, tí tilfarið er til tað. Stóri spurningurin er tó, um tað fer at eydnast at halda upp á fólkið.
Tað vóru bara sjey minuttir farnir, tá heimaliðið kom á odda. Rúni í Soylu, sum var annar av álopsmonnunum (hin var spælandi venjarin, Ivan Hristov) fekk síðsta fótin á eftir hornaspark, út frá og hálvbjarging frá Jóhan á Mýrini í málinum hjá FS Vágum. Málverjin stóð seg væl og hevði einar tríggjar heilt góðar bjargingar.
B71 hevði einar tríggjar aðrar stórar møguleikar. Verjuspælarar hjá gestunum bjargaðu tvær ferðir á strikuni, og eina ferð fór bólturin á tvørtræið.
Gestirnir høvdu eisini møguleikar, og tá seinna umfarið var hálvrunnið javnaðu teir. Albert Ari Thomassen, sum mannaði miðvøllin saman við Hannusi Olsen og John Johansen, stútaði frísparksinnlegg úr vinstru í meskarnar aftanfyri Valdemar Novisci.
Leikferðin var einki at reypa av, og viðhvørt var sparkað í so nógv og ov lítið spælt. Nakað út í 2. hálvleik kom nývaldi tjóðveldistingmaðurin hjá sandoyingum, Páll á Reynatúgvu á vøllin, men hann gjørdi ikki tær stóru skreytirnar. Svøvnurin mundi hava verið nakað lítil undir samráðingunum um sjálvstýrissamgonguna.
Í hvussu so er skakaði tað ikki miðverjuna hjá FS Vágum, har Búgvi Joensen og Eyðfinn Davidsen vóru mest royndu menninir, at liðið hjá B71 soleiðis varð politiserað!